Tá starvsfólkini á ellisheimunum verða skift oftari út enn búfólkini er okkurt rav-ruskandi galið.
Man roynir at tosa so pent um tær »heitu hendurnar«, sum eru um okkara gomlu. Men samstundis roynir man at tiga tann kalda veruleikan í hel.
Tí veruleikin er, at man uppá tað grovasta útnyttar ta sterku samvitskuna, sum hoyrir til heitu hendurnar. Starvsfólkini renna allan dagin, tí samvitskan sigur teimum, at tey kunnu ikki vera annað betjent mótvegis okkara gomlu og teirra avvarandi, sum hava latið síni bestu á ellisheim at vera.
»Put your money where your mouth is« siga eingilsmenn og meina tá við, at tað, man tosar vakurt um – til dømis heitu hendurnar - eisini eigur at verða virt á fíggjarætlanini.
Komi eg í býráðið lovi eg, at monumentbyggingin er liðug. Og sjálvt um eingin pláta kann setast á heitu hendurnar, og sjálvt um eingin móttøka kann skipast og eingin snórur kann klippast ein gerandisdag á eldraøkinum, so er tað har pengarnir skulu brúkast.
Vel Eigil Olsen á lista B
Ein vanligan havnarmann, sum ikki ynskir nakað monument reist eftir seg í Havnini, men heldur at okkara gomlu og okkara heilsustarvsfólk skulu hava tað gott.