Fríggjadagin bleiv almannakunngjørt, hvørji fólk fáa starvslønir í ár. Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata tveimum fólkum starvsløn í eitt ár, fýra fólk fáa løn í hálvt ár, og síðani eru tað 32 fólk, sum fáa starvsløn, ið svarar til ein til tríggjar mánaðir.
At tað eru so nógv fólk, sum starvsløn fyri ein, tveir og tríggjar mánaðir, og eingin trý ára starvsløn er latin, heldur Oddfríður Marni Rasmussen, sum sjálvur er rithøvundur, vera púra burturvið.
- Tað er ikki neyðugt at hava starvslønir fyri so stutt tíðarskeið, tí listarliga prosessin er longri enn ein mánað. Eg ivist í, um tað eru so nógvar verkætlanir, sum bara taka ein til tveir mánaðir, so spurningurin er, um tær ikki høvdu betri av, at mann brúkti tríggjar mánaðir upp á tær, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.
Háða verkætlanirnar
Sambært Oddfríð Marna Rasmussen er ein broyting farin fram í starvslønunum, síðani nýggja nevndin í Mentanargrunni Landsins við Jóannu Djurhuus sum forkvinnu á odda tók yvir.
- Síðani nýggja nevndin kom við nýggjum formanni, so er parturin av smærri starvslønum hækkaður, og tað eru næstan ongar trý ára starvslønir lætnar, síðani nýggja nevndin tók við. Og tað er ein katastrofa eftir mínum tykki, staðfestir Oddfríður Marni Rasmussen.
Hann heldur, at hetta er tekin um, at nevndin ikki veit, hvussu stuðulin skal latast.
- At mann frávelur tær longu starvslønirnar , og ístaðin letur nógvar smærri starvslønir, vísir, at nevndin ikki hevur peiling av, hvussu tey skulu játta stuðul og hvørjum fólkum, stuðul skal latast, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.
Fleiri teirra, ið hava fingið starvsløn fyri ein og tveir mánaðir, hava søkt um at fingið stuðul í eitt ár ella meira. Og tað er ikki rætt, heldur rithøvundurin.
- At fólk, sum hava søkt um starvsløn í eitt ella trý ár, bert fáa stuðul í ein ella tveir mánaðir, tað er at háða eina verkætlan og at háða pengarnar í Mentanargrunni Landsins, sigur Oddfríður Marni Rasmussen og heldur fram:
- Fólk søkja um stuðul í til dømis eitt ár, tí tey hava gjørt eina verkætlanarætlan, sum er upp á eitt ár. Tá tú so bara fært stuðul fyri tveir mánaðir, mást tú broyta alla ætlanina, sum tú upprunaliga gjørdi tær.
Geva discount-stuðul
Tá fólk, sum søkja um stuðul úr Mentanargrunni Landsins, søkja um starvsløn fyri eitt ár, men bert fáa stuðul í einn, tveir ella tríggjar mánaðir, verður talan um eina misvísandi skipan, heldur Oddfríður Marni Rasmussen.
- Tað er at geva discount-stuðul til onkran, sum burdi fingið eitt sindur, men fær ikki tað, viðkomandi hevur søkt um. Tað, haldi eg, er misvísandi. Fólk søkja um starvsløn fyri eitt ár, tí tey veruliga vilja brúka eitt ár og ikki tveir mánaðir, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.
Hann heldur ikki, at mann bert stuðlar stórum verkætlanum við at avskaffa smáu starvslønirnar.
- Tað haldi eg ikki. Tú kanst gera eina verkætlan upp á tríggjar mánaðir uttan trupulleikar. Ein starvsløn er fyri at arbeiða við eini verkætlan – pengarnir eru ikki til fyri at fullføra tað, sum til dømis at útgeva eina bók ella hava eina konsert. Pengarnir eru til listarligu prosessina, og hon er í flestu førum longri enn bara ein mánaður, staðfestir Oddfríður Marni Rasmussen.
Sjálvur hevur hann fingið starvsløn í sjey umførum síðani 2001, einaferð hálvt ár og hinar seks ferðirnar ein, tveir og tríggjar mánaðir. Seinast var í 2012, tá hann fekk starvsløn í tríggjar mánaðir. Hesaferð hevur hann ikki søkt um stuðul úr Mentanargrunni Landsins.
- Eg kann ikk brúka tað, sum er minni enn eitt ár, og tí tími eg ikki at søkja, sigur Oddfríður Marni Rasmussen og vísir á, at tað er trupult sum fólkaskúlalærari, um hann bert far starvsløn fyri nakrar fáar mánaðir.
- Fái eg starvsløn í tríggjar mánaðir, noyðist eg úr starvinum sum fólkaskúlalærari, og tað leggur eina eykað byrðu á mínar starvsfelagar, sum mugu taka mínar tímar í teir tríggjar mánaðirnar, eg eri burtur, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, sum tó ikki dylir, at tær ferðirnar hann hevur fingið starvsløn, er tað komið ógvuliga væl við.
- Men nú havi eg gjørt av at skriva, tá eg ikki eri til arbeiðis og tá skúlafríðtíðirnar eru. Tað er ikki betri enn næstbest, men tað gongur, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.