Eftir at semingmenninir seinnapartin hava gingið millum partarnar hava Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørt avtalu um, at ein arbeiðsbólkur skal gera útrokningar um eitt "brúkaraprístal" í Føroyum.
Umframt ein lim úr báðm pørtunum vera eisini serfrøðingar, sum skulu hjálpa til við útrokningunum.
Fíggjarmálaráðharrin garanterar, at ongar lønir verða koyrdar gjøgnum teldukervið í Alberthall hesar báðar dagarnar, meðan arbeiðsbólkurin og hjálparfólk teirra gera útrokningarnar.
Avtalan er soljóðandi:
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið hava í dag gjørt hesa avtalu
Partarnir eru samdir um at velja ein arbeiðsbólk, sum skal gera útrokningar viðvíkjandi einum "brúkaraprístali" í Føroyum.
Partarnir eru samdir um, at hvør parturin velur sín lim í arbeiðsbólkin, sum saman við semingsmonnunum skulu velja ein ella fleiri serfrøðingar, ið skulu veita hjálp í sambandi við útrokningarnar.
Starvsmannafelagið garanterar, at arbeiðsbólkurin, semingsmennirnir, fíggjarmálaráðharrin og samráðingarnevndin hjá lønardeildini undir Fíggjarmálastýrinum, sleppa inn og út úr bygninginum á Argjum (Albert-Hall) til mánamorgunin 22. mars 1999 kl. 8.00. Í samráðingarnevndini sita umframt fíggjarmálaráðharran og Duritu Tausen, Thomas Magnussen, Olávus Jespersen og Sverri Justinussen.
Fíggjarmálaráðið garanterar, at teir persónarnir sum sleppa inn í bygningin, ikki skulu koyra nakrar lønir ígjøgnum, og at ongar samráðingar verða við onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum áðrenn mánamorgunin tann 22. mars 1999 kl. 8.00.
Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur við arbeiðið sítt í seinasta lagi mánamorgunin tann 22. mars 1999 kl. 8.00.
Tórshavn, hin 19. mars 1999
Starvsmannafelagið
Fíggjarmálaráðið