Leiting
Tvey av oljufeløgunum, sum eru við í leitingini á landgrunninum, tað norska Statoil og tað danska Dong eru farin uppí eitt samtak, sum skal bora ein brunn beint hinumegin markið í summar. Tað snýr seg um eitt samtak, har ChevronTexaco og OMV hava eitt loyvi norðaliga á bretskum øki, skamt frá okkara marki, í teigunum 213/26 og 213/27, har talan er um tvey prospekt, tvs. mál í undirgrundini við serligum áhuga, nevnd Rosebank og Locknagar. ChevronTexaco átti 80% í hesum loyvinum men hevur nú selt 30% til Statoil og 10% til Dong, meðan OMV hevur 20%.
ChevronTexaco sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin er at bora ein brunn í summar við boriskipinum West Navigator. Boristaðið er umleið 9 fjórðingar frá føroyska markinum.
Rúni Hansen, stjóri í Statoil segði við útvarpið mikudagin, at teir hava gjørt av at fara við í hesa boringina, tí hon sær áhugaverd út. ?Okkara primera mál er at finna olju, har vit nú fara at bora. Haraftrat liggur boristaðið so nær føroyska markinum, at vit kunnu fáa nakað av vitan frá hesi boringini, sum vit kunnu brúka í Føroyum. Statoil vónar, at teir koma at kenna jarðfrøðina í Føroyum nakað betri við at bora ein brunn so tætt uppat markinum, soleiðis at tað kann vera ein gevinstur fyri Føroyaøkið eisini í framtíðini.
Rúni Hansen vísti eisini á, at ein og hvør brunnur í økinum kann geva eina týðandi vitan, og Statoil metir, at vitanin frá boringini hinumegin markið kann vera við til at loysa upp fyri nøkrum í Føroyum eisini, soleiðis at man eisini kann gerast betur til at tulka seismikkin í Føroyum her.