Staturin frelsti Peter Chodqiuk frá Coke & Weed – Mátti onkur nú frelst okkum frá tí dikterandi statinum

Ferðafólkini reistu seg upp og gjørdu seg til reiðar at fara í land, men eg hevði framvegis ikki reist meg. Nervarnir vóru í hæddini. Tað var nú ella aldrin. Eg reisti meg upp, tók jakkan og teldutaskuna omanfyri og fór í land. Í tí eg gekk ímóti flogvøllinum, sá eg tað, sum eg vónaði, eg aldrin fór at síggja. Marran var fullkomin. Mítt hjarta pumpaði sum aldrin áður, tí longuri frammi sá eg, at løggan stóð har við sínum narkohundi og bíðaði eftir at hapsa onkra naiva og ólukkuliga sál. Eg visti, hvør lagna bíðaði mær. Alt bleiv svart. Eg visti samstundis eisini, at eg nú mátti gevast við hesum lívi, eg hevði livað.

Nakað soleiðis gekk tað fyri seg, tá ið Peter Chodquik royndi at smuggla hørð rúsevni til Føroya. Rás 2 gjørdi mánadagin samrøðu við hendan nú 38 ára gamla mannin, sum fór so langt við sínum rúsevnismisbrúki, at hann var sinnaður at seta sítt lív í váða fyri at smuggla rúsevni inn í landið. Men takk og lov, at staturin (ella tað almenna í Føroyum) ikki góðtekur slíkan ólevnað, tí hvat hevði hent Peteri, um staturin ikki hevði sent løgguna og sín fitta narkohund vestur á flogvøllin at halda skil á fólki? Maðurin hevði helst enn tann dag í dag verið bundin at rúsevnum, tí hann hevði ikki klárað at funnið út av at gevast sjálvur. Tískil eiga vit at takka statinum fyri, at hann er so strangur ímóti okkum, sum hann er. Hann hevur nevniliga umsorgan fyri okkum skilaleysu borgarum, sum ikki vita, hvat er til okkara besta. 

Tað ger meg tryggan, at eg veit, at Mikkjal Thomassen og co hava fingið heimild frá statinum at fylgja við fólki, avlurta tey og eyðmýkja tey, so at tey ikki gera ta dáragerð at fáa sær eina joint - ella at selja eina joint ella tvær. Og tað ger meg eisini tryggan, at eingin torir at seta spurnartekin við Thomassen, statin og co um hesa framferð. Tí hvat høvdu fólk billað sær inn, um tey spurdu, hví tað skal vera bannað at brúka ella selja rúsevni í Føroyum, og um tað ikki hevði loyst seg betur at latið tey sjálvi gera av, hvat tey gera við sítt egna lív? Tað hevði verið ógvuliga frekt av teimum. Heldur áttu tey at takka statinum fyri, at hann við sínum harðrendu hættum heldur rúsevnisnýtsluni í landinum niðri, og at okkara vakra og reina land ikki er eins dálkað av hesum ólevnaði, og lond sum Danmark og Niðurlond eru.      

Takk og lov fyri statin, og at tað er onkur, sum heldur eyga við okkum. Tá ið vit tosa í telefon, so kunnu vit ongantíð kenna okkum trygg, tí man veit aldrin, nær staturin er í hinum endanum, og tað er gott. Tað skapar eitt trygt og gott samfelag, har álit millum stat og borgarar er lyklaorðið. 

Tann, sum ikki skilir, at eg havi verið sarkastiskur omanfyri, hevur eitt ov lágt IQ og verður biðin um ikki at lesa víðari, men latið okkum nú fyri fyrst hugsa logiskt: Hví setti Peter lív sítt í váða fyri at smuggla hørð rúsevni til Føroya? Var tað ikki tí, at hann visti, at løggan møguliga fór at vera til staðar á flogvøllinum? Svarið er játtandi, og hvat var so úrslitið av tí heila? Well, Peter gamblaði við lívinum sum innsatsi, løggan tók hann til síðis og lat hann úr øllum klæðunum (tvs, hon eyðmýkti hann), men kláraði hon at avdúka hann? Nei! Poengið er harvið, at løggan í hesum førinum ikki gjørdi annað enn at seinka smugglingartilgongdini við nøkrum fáum minuttum, samstundis sum hon eisini fekk eyðmýkta mannin at váða lív sítt. Víst hendir tað, at onkur verður tikin uppá ferskan gerning við rúsevnum av og á, men aloftast hevur løggan ongan kjans ímóti smugglarunum. Teir eru sum regul nøkur fet frammanfyri politistarnar. 

Spurningurin sum stendur eftir er, hví smugglararnir sum regul eru nøkur fet frammanfyri politistarnar. Hví eru teir so desperatir eftir at fáa rúsevni inn í landið? Jú, tað er tí, at fólk vilja hava hesa vøru. Eftirspurningurin eftir henni er har. So kann ein spyrja seg sjálvan: Hví skal staturin so nokta fólki at fáa tað, sum tey vilja hava? Er tað tí, at øll sum brúka Coke, Weed og annað koma líka illa fyri sum Peter? Um tit halda, at svarið uppá henda spurning er ja, so kann eg gott fortelja tykkum øllum, at veruliga svarið er eitt rungandi nei. Sum við øllum øðrum, verði tað seg ósunnum mati ella alkoholi, eru tað nýtarir og misnýtarir, harav teir seinnu sjálvsagt eru í greiðum minniluta. Skal man revsa 9 av 10 fyri, at tann eini ikki klárar at stýra sínum forbŕúki? Nei, er sjálvsagda svarið, og tí eigur staturin at loyva fólki at nýta rúsevni – eisini hørð rúsevni. 

Summar tíðir má man siga tingini, sum tey eru, og veruleikin er tann, at føroyska samfelagið er við at vaksa frá slíkum smáligheitum, at ein hvørjaferð, tá ið ein kemur í land í Vágum, skal síggja ein fittan hund verða brúktan til slíkt meiningsloysi, sum tað er, at lukta eftir at vita, um fólk hava eitthvørt ólógligt uppi á sær. Lat hundin heldur sleppa at gera okkurt meira lívsjáttandi, og lat løgguna heldur fara og gera okkurt meira konstruktivt enn at plága fólk. Tað er jú ikki soleiðis, at brúkarir av rúsevni fara at ganga runt og stinga fólk niður, tá teir eru annaðhvørt skeivir ella uppi at koyra. Jú, ein av 100 hevði møguliga gjørt tað, men hesin hevði helst gjørt tað allíkavæl, um hann hevði fingið fatur í onkrum øðrum doyvandi ella stimbrandi evni. Við øðrum orðum skaða rúsevnisnýtarar fyrst og fremst seg sjálvar, og um tað er tað, teir vilja, so mugu teir fáa loyvi til tess. Hetta er jú eitt frælst samfelag. Staturin skal ikki diktera, hvat vit skulu gera, uttan heldur at hjálpa okkum, tá vit eru komin illa fyri.

Samanberingar kunnu í hesum sambandi til stuttleikar gerast við Burger King mat. Maturin er sera ósunnur, men tað er eingin løgga, ið stendur og kannar, hvør keypir harfrá, tí tað er konsensus um, at fólk skulu hava loyvi til at seta seg í hel, um tað er tað, tey vilja. 

Harvið er ikki sagt, at rúsevni ikki eru vandamikil, tí tað eru tey so sanniliga, og tað er gott, at Peter er komin burtur úr sínari misnýtslu, men hendan søgan lærir okkum ikki, at tað er gott, at løggan heldur eyga við okkum. Heldur tvørturímóti. Søgan vísir, at hennara misálit á fólk ger, at fólk fara út í ekstremir fyri at fáa tað, tey vilja hava. Eins og tilfeldið var í USA í 1920unum undir alkoholforboðstíðini, og eins og tilfeldið hevur verið í Mexico seinru árini. Fara fólk at nýta rúsevni í størri mun, um tað verður lógligt at selja í Føroyum? Tað er ikki til at vita, men eg vænti ikki, at talið av nýtarum fer at økjast. Eg trúgvi uppá og havi álit á, at fólk sum heild vita, hvat er gott fyri teirra kropp og sinn, og at nógv tey flestu sostatt fara at lata vera við at nýta rúsevni. 

Apropos Peteri: Hann gavst ikki við misnýtslu orsakað av harðrendu løgguni! Jú, hann gavst við narkomisnýtslu eina tíð eftir hendingina á flogvøllinum, men sum øllum kunnigt skifti hann narkomisnýtsluna út við alkomisnýtslu, sum milt sagt ikki er eitt stórt frægari slag av misnýtslu, og legði ikki av við at oyðileggja seg sjálvan, fyrr enn hann sjálvur fann útav, at tað var best fyri sítt egna lív. Hann vil nokk sum trúgvandi  tvíhalda um, at tað var Gud, ið frelsti hann frá misnýtsluni, og um vit velja at geva honum rætt í hesum, so er tað jú fantastiskt, tí hvat skulu vit tá við einum stati sum barnagentu, tá ið Gud allíkavæl kann taka sær av slíkum uppgávum?

Í einum modernaðum liberalum samfelag eru forboð ikki vegurin fram, men heldur frælsi og upplýsing. Harvið má tað vera uppgávan hjá samfelagnum, um tað vil basa rúsevnisnýtslu, at upplýsa um vandarnar við rúsevnum – á sama hátt sum tað ger við sigarettmisnýtslu. Forboð skapar misálit og stríð ímillum aktørar, meðan frælsi og upplýsing skapar álit og virðing ímillum aktørar, og sjálvandi vilja vit hava eitt føroyskt samfelag, har álit og virðing binda tað almenna og borgararnar saman.