Stavn um stavn í toppinum

Tað er lagt upp til satt oddabrak, tá ið B36 næsta sunnudag fer at spæla í Runavík.

Úrslitini í dag bóru við sær, at B36 og NSÍ liggja stavn um stavn í toppinum. Bæði B36 og NSÍ hava 44 stig, men B36 er fremst, tí teir hava betri málmun (+25) enn NSÍ (+19).

B36 fer til Runavíkar uttan landsliðsmálverjan Jákup Mikkelsen og landsliðsmiðvallaran Mikkjal Thomassen, sum báðir verða leikbannaðir í 21. umfari. Jákup sá reytt í dag, og gula kortið til Mikkjal útloysti leikbann.

Undan hesum umfarinum var teinurin hjá HB og EB/Streymi tíggju stig upp á toppin. Nú eru tað átta stig frá HB og EB/Streymi og fram til NSÍ og B36.

Í botninum kveiktist lítil vón hjá AB um, at tað skal eydnast at bjarga sær undan niðurflyting. Hjá VB/Sumba sær heilt illa út.

 

20. umfar

B36-KÍ 2-2 (1-0)

GÍ-EB/Streymur 1-4 (1-1)

Skála-HB 1-3 (0-1)

B71-NSÍ 1-3 (1-1)

VB/Sumba-AB 1-2 (1-0)

 

B36 44 stig

NSÍ 44 stig

HB 36 stig

EB/S 36 stig

Skála 26 stig

KÍ 25 stig

GÍ 23 stig

B71 22 stig

AB 14 stig

VB/S 11 stig

 

21. umfar

sunnudagin 2. september

KÍ-VB/Sumba

NSÍ-B36

HB-B71

EB/Streymur-Skála

AB-GÍ