Steðga kynsligari orientering?

Símun Absalonsen
---

Føroyar tykjast at vera blivið eitt kynsfikserað samfelag. Men ikki øll herrópini tykj­ast eins væl umhugsað. Eitt av hesum slogan er ”Steðga pedofili í Føroyum”. Enda­málið við hesum er at verja børn­ini ella steðga ágangin móti børnum. Øll, ið virka fyri verju av børnum, hava uppi­borið rós og fullan stuð­ul. Men tað tykist ofta trup­ult í dagsins miðlum at skilja millum kynsliga orien­tering og kynsliga atferð. Í okk­ara revsilóg er eingin kyns­lig orientering ólóglig, men hinvegin kann kynslig atferð vera ólóglig. T.d. er tað ikki ólógligt at vera hetero­seksuellur, men tað er ólógligt at fremja neyðtøku. Tað kann tykjast løgið at tann politiskt korrekti retorikkurin stig­mati­­serar ávísa kynsliga orien­ter­ing, samstundis sum mann heldur uppá, at kynslig orien­tering er genetiskt treyt­að og tískil viðfødd. Eitt menn­iskjað kann ikki gera við at tað hevur ljóst hár, brún eygu og hevur blóð­typuna A rh+. Hetta hava gen­ini (ílegurnar) avgjørt. Fyri nøkrum árum síðani segði táverandi løgmaður í eini al­mennari røðu, at tað var skila­gott at viðurkenna sín kyns­liga samleika.

Ein ótømandi listi?
Listin yvir ymiskar kynsligar orienteringar er langur og kanska lítið hugaligur lesn­aður. Sambært danskari defini­­tión eru m.a. hesar lýs­ingar av ymiskum kynsligum orienteringum:

• Heteroseksuel – seksuali­tet rettet mod mennesker af det modsatte køn
• Homoseksuel – fysisk tiltrækning af personer af samme køn
• Biseksuel – seksuel til­trækning rettet mod begge køn
• Pedofili – seksuel tiltræk­ning mod børn
• Infantofili – seksuel til­trækning mod små børn
• Zoofili – seksuel til­trækning mod dyr
• Nekrofili – seksuel tiltrækning mod døde mennesker
• Parafili – afvigende seksuel adfærd
osfr.
Listin er kanska ótøm­andi.

Um allar definitiónir eru rætt­ar veit eg ikki, men hetta er so tað sum nakrar orða­bøkur siga. Áhugavert er at ”afgivende adfærd” verð­ur nevnt. Men hvat er ”af­v­igende”? Afvigende í mun til hvønn norm? Hvør hevur definitiónsrættin? Og er talan um genetiskan arv, umhvørvi ella val? Ella kanska ein blanding av hesum? Spurningarnir eru nógvir.

The ”gay gene”
Sambært tað, sum dagsins miðlar borðreiða við, er kyns­lig orientering viðfødd. Men meðan granskarar dúg­liga hava leitað eftir homo-geninum, so hevur mann ikki lagt eins nógva orku í at finna gen fyri aðra seksu­ella orientering. Hví so er, kunnu vit hava okkara meining um. Fleiri bøkur eru útgivnar ið grundgeva fyri ”the gay gene” og bæði leikur og lærdur hevur lagt navn til slíkar bøkur. Kanska fylgir nógv granskingarjáttan við, tá granskingarúrslitið er politiskt korrekt, hóast gransk­­ing átti at fylgt objek­tivum professionellum hátta­lagi og ikki subjektivum polit­isk­um ynskjum.
Bókin ”Born Gay: The Psychobiology of Sex­ual Orientation” eftir gransk­ar­unum Wilson og Rahman er vælumtókt millum aktivistar. Men meiningarnar eru ym­­isk­ar – eisini millum gransk­arar. Neil Whitehead, sum er professari í biokemi, held­ur lítið um slík ”popu­ler­vís­undalig avrik”. Hann sigur beint fram, at empiriskir møgu­leikar at granska hetta eru einfaldir og lætt at­komiligir. Kanningarnar eru eisini longu gjørdar og úrslitini fyriliggja, men tey venda kanska ikki politiskt rætt og verða tí tagt burt­ur. Whitehead sigur, at um kyns­lig orientering er genet­isk treytað ella ávirk­an í fosturtíðini, so áttu ein­eggj­aðir tvíburðar altíð at havt somu kynsligu orientering. Hetta er púra logiskt. Men nógvar og drúgvar kann­ing­arnar úr fleiri londum viðv. eineggjaðum tvíburðum og kynsligum samleika, vísa nakað heilt annað. Í sam­røðu við danska blaðið Ud­fordringen sigur Dr. White­head m.a.:
- De forskere der arbejder med dette emne, er ikke til­fredse med mediernes be­skrivelse af sagen. Men de foretrækker at holde sig til deres akademiske arbejde frem for at involvere sig i diskussioner med aktivist­erne.

Genetikkur, memetikkur og politikkur
Bíløgd arvalæra kann helst brúkast til mangt og hvat í politiskari dagsskrá. Í mars mánaða 2001 var eg til al­mennan fyrilestur á Debesar­trøð, har norski professarin Jarl Giske helt fyrilestur um m.a. ”mentanarliga evolu­­sión”. Hann lýsti her áhuga­verda hugtakið ”mem”, sum fyrstu ferð sá dag­sins ljós í bókini ”The selfish Gene” eftir Richard Dawkins. Meðan gen hýsir fysiskar arvaeginleikar, sigst ”mem” at hýsa mentanarligar arva­egin­leikar og kollektivar vanar ella ”virus” sum t.d. átrúnað. Mem-ástøði hevur eisini verið serstakliga væl­­um­­tókt amboð til at stig­mati­sera tað politiskt ókorrekta sum t.d. guds­trúnna.
Men seinastu árini, hev­ur gransk­ingin ver­ið støð­­­ugt meira atfinn­ingar­­som mótvegis memupp­finn­ilsin­um hjá Dawkins og alsamt fleiri og fleiri eru nú farin at ivast í, um mem nakrantíð hev­ur verið til. Summi sam­an­bera tað við Lock-Ness ódjórið í Skotlandi, sum fólk í ein mansaldur hava havt stóra virðing fyri, men sum flestøll nú eru samd um ongantíð hevur verið til. Sama kann kanska sigast um tað ”mem-spøkilsi”, sum náttúruvísundadeildin á setrinum í 2001 framlegði sum empiriskt fakta.
Í bók síni ”Gudløse hjern­er” eftir donsku heims­spek­ingunum Lars Christiansen og Lars Sandbeck hava teir drúgva umtalu av mem-hugtakinum. Har stendur m.a.:
Memet er vistnok tænkt som en biologisk enhed, der ”opholder” sig i hjernen, men det står ikke helt klart hvor og hvordan. Det er endnu ikke lykkedes at definere memets substans, ligesom man kan med genet. Ingen har set eller rørt ved et mem, og man fristes til at sige, at det kræver et ”mem-mem” at tro på memer.
Memetikken opfylder alle de strenge krav, man kan stille til pseudovidenskab: Den forklarer alt og ingen­ting, den kan hverken veri­fiseres eller falsifiseres, og den føjer intet nyt til vores forståelse af verden, mennesket, kulturen – eller religionen for den sags skyld. Karl Marx skal engang have sagt, at han ikke var marxist, og Dawkins-kritikeren Mary Midgley har sikkert ret i, at havde Darwin levet i dag og set sin teori applikeret på kulturen på denne løsagtige måde, ville han have erklæret, at hann ikke var darwinist.
Tað verður dúgliga tosað um týdningin av upplýsing í dag. Men sjálvur haldi eg, at nógv av tí, ið dagsins miðlar í Føroyum borðreiða við í dag undir spjaldrinum fólkaupplýsing, umboðar tað politiskt korrekta heldur enn breiða vitan.