Brotasjógvurin, sum rakti stóra oljuskipið ?Schiehallion? miðskeiðis millum Føroyar og Hetland mánakvøldið, hevur vakt miklan ans í oljuverðini. Felagsskapurin hjá oljuarbeiðarum, ?OILC? krevur nú, at trygdarreglurnar á nýggju oljufeltunum á Atlantsmótinum í stundini verða endurskoðaðar. Tað er serstakliga hendingin, tá 30 av manningini í skundi vórðu fluttir við tyrlum hjá vaktartænastuni og flogvápninum av oljuskipinum og umborð á einum boripall nærhendis, sum hevur skundað undir krøvini.
Tað vóru leivdirnar av ódnini Mitch, sum seint mánakvøldið raktu stevnið á tí 154.000 tons stóra framleiðsluskipinum, sum liggur fyri akkerð miðskeiðis millum Hetland og Føroyar.
Tað vísir seg, at tríggjar rivur eru komnar í stálpláturnar umleið 50 fót oman fyri vatngangin og eisini omanfyri høvuðsdekkið.
Bæði BP og vaktartænastan siga, at evakueringin av umleið helvtini av manningini var gjørd av trygdarorsøkum - heldur fyrivarin enn eftirsnarin.
Umboð fyri fakfelagið hjá oljuarbeiðsmonnunum eru ikki nøgd við støðuna. Tey siga seg hava gjørt vart við hesi viðurskifti áður, og álvarsliga hendingin í vikuni hevur fingið tey at taka málið uppaftur.
Um skaðan á skipið verður annars sagt, at hann er ikki so álvarsligur, og at sjálvt skipið hevur ikki tikið skaða. Skaðin, sum er hendir, er eisini langt burtur frá goymslutangunum, sum kunnu taka upp til 900.000 tunnur av olju.
Ein umboðsmaður fyri OILC, Jake Molloy sigur við blaðið Press & Journal, at hann ivast stórliga í, um oljufeløgini megna at liva upp til krøvini, sum eru sett í sambandi við trygdina umborð á slíkum FPSO-oljuskipum. -Hvat nú um eldur kemur í undir slíkum umstøðum? Hvussu klárar manningin tá at sleppa av skipinum?
Í slíkum ódnarveðri er tað ómøguligt at seta út bjargingarbátar, og í eini veruligari vanlukkustøðu fer øll menningin at enda í sjónum.
Fakfelagið ætlar sær nú at taka málið upp heilsu- og trygdarmyndugleikarnar. Umboð fyri BP sigur, at hædd er tikin fyri slíkum í verandi trygdarfyriskipanunum. Eitt nú ber til hjá serbygda vaktar- og bjargingarskipinum á feltinum at taka fólk upp úr sjónum.
Eisini í Norðsjónum hevur ódnin Mitch gjørt um seg. Ein sokallað ?gigant? alda rakti oljupallin Brent Charlie, sum eru einar 100 fjórðingar í ein landnyrðing úr Hetlandi.
Har fór høvuðselveitingin. Manningin var tilbúgvin, um nakað hendi.
Eisini Greenpeace, sum í eina tíð hevur rikið eina herferð móti oljuleiting og framleiðslu á nýggjum leiðunum millum Hetland og Føroyar, hevur latið við seg koma. Felagsskapurin hevur heitt á stjórnina um at steðga øllum oljuvirkseminum á Atlantsmótinum fyri harvið at forða fyri eini stórari oljudálking.
Ein umboðsmaður fyri Greenpeace, Robbie Kelman sigur: -Tað er ikki longur ein spurningur, um oljudálking fer at gera um seg í einum av heimsins mest vandamiklu økjum, tað er ein spurningur um, nær hetta hendir.
Í 1995 var eisini vandi á ferð á Atlantsmótinum. Tá gjørdi ein øgiligur brotasjógvur eitt stórt hol í stevnið á tí 300.000 tons stóra tangabátinum Mimosa, stutt frá Schiehallion oljufeltinum og tá varð boripallurin Stena Dee, sum varð brúktur í evakueringini í vikuni, eisini skæddur.