Fyri fáum vikum síðani varð ein ófyrireika vallógarbroyting kroyst gjøgnum politisku skipanina.
Sum tað sær út í løtuni, er nú vandi fyri, at lógaruppskot, sum fyri landskassan fara at hava við sær ein útreiðsluvøkstur uppá meira enn 1 milliard krónur, verða viðtikin á Løgtingi, um illa vil til.
Landsstýrismaður Sambandsfloksins í fíggjarmálum tykist tíverri standa púra einsamallur, tá hann í royndum sínum at steðga ørskapinum, mælir ting- og landsstýrisfólki til at vísa hóvsemi og beinleiðis kallar meginpartin av lógaruppskotunum valflesk.
Andstøðan á Løgtingi roynir samstundis við alskyns fyrispurningum og hundakunstum, av øllum alvi at setar kílar í løgtingsarbeiðið.
Samanumtiki er tað tí beinleiðis ábyrgdarleyst at halda áfram, sum nú er.
Valskipanin kollvelt.
Okkara óheftu serfrøðingar ávaraðu staðiliga ímóti at skunda málið gjøgnum politisku skipanina, áðrenn tað hevði fingið neyðuga viðgerð, men lítið hjálpti. Fyri bert fáum vikum síðani varð val-skipan okkara kollvelt og grønlendska valskipanin í einari handavending sett í gildi í Føroyum.
Løgtingið var eftir hettar í tvíningum, føroya fólk var tvídeilt og landsstýrissamgongan hekk í leysari luft.
Síðani er ein landsstýrsimaður sekkjaður og samgongustevið hareftir.
Tað er neyðugt, at politiska skipanin nú steðgar á eina stund, finnur stevið aftur og letur veljaran tala, soleiðis at demokratiska skipanin aftur kann arbeiða ábyrgdarfult.
100 mál skulu kroystast gjøgnum Løgtingið.
Meðan samfelagshjólini mala við fullari ferð og Tjóðbankin og Fíggjarmálaráðið rópa varskó, m.a. tí at búskapurin er ovurupphitaður og stórur tørvur er á arbeiðsmegi, verður av øllum alvi roynt at kroysta fleiri enn 100 mál gjøgnum Løgtingið eftir bert einum góðum mánaða. Lítil ivi er um, at nú tað stundar til løgtingsval, fara nógv av hesum málum eisini at verða viðtikin. Hendir tað, fer tað at hava hundratals milliónir í útreiðsluvøkstri við sær.
Samstundis fara rakstrarútreiðslur landskassans eftir fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti at vaksa einar 250 mió. kr. komandi fíggjarár, eins og mett verður, at hallið á gjaldsjavnanum komandi ár verður umleið 1,2 mia. kr.
Loysingarflokkarnir leggja samstundis upp til, at ríksveitingin skal avtakast sum skjótast.
Ein og hvør dugir at síggja, at hettar als ikki ber til.
Skal tað verða gildi, so lat tað verða gildi.
Nakað soleiðis tók ein av okkara kendu politikarum heldur skemtiliga til, tá løgtings- og lands-stýrisfólk upp undir løgtingsval fyri ikki so nógvum árum síðani runnu um kapp niðan í Løgtingið við lógaruppskotum.
Nú, bert tveir mánaðir eru til løgtingsval, eru vit enn einaferð vitni til líknandi ørskap, sum sipað varð til omanfyri, eins og politikararnir sjálvir viðurkenna, at tamarhald ikki er á støðuni.
Rættast hevði tí verið, at fíggjarlógin fyri 2007 varð framskrivað og Løgtingið fór til hús.
Síðani eigur samgongan og løgtingi, sum verður eftir løgtingsvalið 19. januar, at gera endaligu fíggjarætlanina fyri 2008 og annars stinga út í kortið, hvagar leiðin skal ganga komandi árini.
Á Tvøroyri 25. novembur 2007.