Steðgið ørskapinum, privatiserið Kringvarpið

Enn einaferð er kringsvarpsgjaldið upprunin til nógv kjak og øsing føroyinga ímillum. Viðmerkingarnar eru nógvar og atfinningarnar ikki færri.

Røddir eru frammi um hvussu órímiligur, dýrur og ósolidariskur hesin eykaskattur er, og afturat tí er ónøgdin við, hvat man fær fyri peningin, stór. At grenja og klaga duga vit, men veruleikin er tann, at kringsvarpsgjaldið ikki er trupulleikin. Okkara fólkavaldu tykjast eisini at vera blind yvirfyri hesum, og tora ikki at fara til rótina á hesum eykaskatti og ovstóru peningabyrðu, ið verður lagdur á vanliga føroyingin. Veruligi trupulleikin er, at vit hava skapt ein stovn, ið er eitt stórt, dýrt og óstýriligt ódjór, ið antin má temjast ella avlívast. Um vit ikki megna tað, fer hetta ódjórið einans at veksa seg størri og dýrari og gerast ein enn tyngri byrða á herðunum hjá skattagjaldaranum.
KVF hevur voksið seg til eitt peningaslúkandi ódjór, hvørs kundaskari tykist gerast alsamt meira ónøgd við vøruna, tey fáa. Spurningurin, ið vit sum samfelag muga seta okkum, í eini tíð har alsamt størri skattir og avgjøld verða lagd á borgaran, er um tørvur er á einum tílíkum stovni? Okkum tørvar fjølmiðlar, ið varðveita, menna og upplýsa um føroyska søgu, sið, átrunað, mentan, tíðindi og ítrótt. Men, eg havi als einki álit á, at KVF í verandi líki er ført fyri at veita hesa tænastu.
Nýtast vit veruliga at hava hesa ovurstóru útreiðsluna á okkara fíggjarlóg? Sum nú er rindar borgarin, umframt ovurstóra gjaldið via fíggjarlógina, nærvið 3.000 kr. um árið, fyri at halda lív í eini gamlari leivd, ið er fullkomiliga ótíðarhóskandi. Gjøgnum Public Service sáttmálan blása vit kunstigt lív inn í ein stovn, ið skuldi verið privatiseraður fyri langari tíð síðani.
Í § 10 í kringsvarpslógini stendur soljóðandi um Public Service skyldurnar:
Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.
Einkarrætturin er tíbetur, við góðum royndum, avtikin á fleiri umráðum í okkara samfelagi, og nú er tíðin komin at bróta tann einkarrætt, sum KVF hevur á Public Service. Leiðin at ganga er at privatisera KVF og bjóða Public Service skyldurnar út til ein frían markna. Býtið skyldurnar upp og bjóðið tíðindi, mentan, undirhald, átrúnað, søguligar og ítróttarligar skyldur út til Rás 2, Lindina, eitt privatiserað ÚF og aðrar møguligar kappingarneytar at bjóða uppá. Býtið hesa peningagávu, ið KVF higartil hevur havt einkarrætt á, út til øll at kappast um og lat so landsstýriskvinnuna taka av tí besta og bíligasta tilboðnum. Rás 2 hevur t.d. prógvað, at teir megna at kappast og veita betru tænastu innan ítrótt enn ÚF. Er tað so ikki bara meir enn rímiligt, at teir fáa ein part av lagkøkuni, tá teir megna at veita eina betri og bílígari tænastu? Tíðin er farin frá einkarrættinum, sum KVF hevur á PBS og tí harvið fylgjandi almenna stuðilinum. Við tí ovurstóra kringsvarpsgjaldinum hevur KVF longu prógvað, at teir ikki eru førir fyri at veita borgaranum eina nøktandi vøru. Einans gjøgnum fría kapping tryggja vit bestu og bíligastu loysnina til Føroya fólk.
Sama ger seg galdandi fyri SVF. Sum borgari øtist eg yvir at hyggja at skránni hjá okkara tjóðarsjónvarpi. Kvøld eftir kvøld er skráin full av donskum og enskum sendingum, ið longu hava verið vístar í BBC ella DR1. Og ikki at gloyma føroyskar sendingar, ið verða endurvístar fyri 6. ferð. Er hetta tað, sum borgarin ynskir at gjalda fyri? Eitt DR1 kopi? Tá er betri, at Sjónvarpið avmarkar senditíðina og velur einans at nýta pening, tíð og orku til føroyska framleiðslu. Um borgarin ynskir at síggja aðrar rásir, kann hann sjálvur gjalda fyri tað, tað skal ikki leggjast á ta samlaðu fjøldina. Men eisini her er neyðugt at fáa kapping í lag.
Tí heiti eg á Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentanarmálum, at kappa høvdið av ódjórinum og bjarga borgaranum frá hesari óneyðugari skattabyrðuni. Privatisera KVF ongatíð ov skjótt, útbjóða Public Service skyldurnar og lat okkum veita Føroya fólki eina hóskandi, bíliga og góða tænastu.