Steðgið hesum ørskapinum

Aftur nú kom ein hóttan frá Talgildu Føroyum um, at nú fer mín lykil í søguna tann 1. Juli. Tað vil siga, at tá fer ikki longur at bera til hjá mær at fara á netbankan ella í mín boks, tí eg havi ikki snildfon, eiheldur teldil og tískil kann eg ikki brúka appu og hvat annars skal til fyri at brúka heilt vanligar almennar tænastur.

 

Eg veit ikki, hvør hevur ment hetta nýggja, men eg veit, at tey hava fingið boð frá fíggjar- og vinnumálaráðnum til at gera arbeiðið, og tey boðini kunnu ikki hava verið serliga greið. Eg rokni ikki við, at eg eri einsamøll um at fáa kensluna av ágangi, tá tú fært at vita, at nú fellur hamarin.

 

So hetta má gerast um aftur. Greiðast má frá, hvørjir brúkararnir eru, teir eru millum onnur eg, sum eri uppvaksin í einari tíð, tá løngjaldsstovur vóru til, bankar vóru nakað, sum fólk flest ikki høvdu ørindi í og skatturin varð goldin afturút. Tó hava vit fylgt hampuliga væl við, hava arbeitt við teldu, síðan tær komu fram, hava brúkt hana sum tann hentleika hon er, eins og telefonin og sláimaskinan.

 

Men so hendi nakað, sum broytti alt, netið kom og talgildingin gjørdist næstan gudilig, og vit sum fata hana sum eitt annað hent amboð, hava roynt sum frægast at runnið aftaná teimum broytingum, sum alla tíðina koma. Eg havi netbanka til dømis, sum er hent, men eg havi ikki tal á, hvussu ofta atgongdin er broytt. Seinasta er nem id og mín boks har er tað lykil, sum sendir sms. Alt samalt situr endiliga hampuliga væl í merginum og so koma Talgildu Føroyar....

 

Ætlaði í fyrsta umfarið at látast sum luft, men tey ungu lifraðu meg inn at vita, hvussu hetta var, og eg má siga at eg eri hamskift! Ikki bara skal eg hava snildfon og ella teldil fyri at brúka appuna. Havi eg hvørki, skal eg keypa ein geyma, sum eg kann brúka til telduna. Hvat hugsa tit fyri tykkum?

 

Hava tit als onki samband havt við tey, sum tit hava beitt til at menna skipanina? Hava tit ikki sagt teimum, at vit sum búgva í hesum landinum eru ymisk á aldri, hava ymiskar royndir og eru ógvuliga ymisk av lyndi? Og summi hava ongatíð sæð eina teldu og onnur duga alt við teimum, men tit siga bara beint fram, at nú skulu øll hava samleika 1. Juli?

 

Tað líkist ikki mær at øsa meg soleiðis alment, men hetta er bara so ovboðið, at eg ikki fái hildið mær. Vælsignað Hann eigi tykkum steðgið hesum ørskapinum. Talgilding sum tað almenna skipar fyri skal vera fyri øll, tí skal hon vera hent, brúkaragóð og ókeypis. Og hon má ongatíð verða treytað av, at tú hevur tað nýggjasta sum fæst í handlunum, tí tað broytist hvørt hálva ár.

 

Alt tað besta, 

 

Malan Johannesen