So er punktum sett fyri árið hjá a-landsliðnum. Síðsti dysturin var vinardystur í kvøld á útivølli ímóti Kosovo. Úrslitið var 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Føroyingar vóru ógvuliga misnøgdir við, at albanski dómarin, sum annars bríkslaði í tíð og ótíð, ikki læt við seg koma, tá ið ein av heimamonnunum í egnum brotsteigi og eftir føroyski fríspark heilt týðuliga og sjónskt spældi bóltin við hondini.
Meðan tað í fyrra hálvleiki gekk javnt fyri seg, so vóru heimamenninir eftir steðgin stóra løtu eftir steðgin. Tað regnaði, og bólturin var óslættur og tungur, og orkan gekk undan hjá føroysku spælarunum.
Seinni hálvleikur var hálvrunnin, tá ið Kosovo fekk hon á. Við hornasparki úr vinstru varð bólturin trillaður út ímóti brotsteigarsamankomingini, har Uros Bislimi rak eitt vet inn í vøllin, áðrenn hann smekkaði til, og so sigldi bólturin upp í handara málhornið.
Tá sá svart út, og næstu løtuna var spurningurin heldur, um tað fór at eydnast heimaliðnum at økja um leiðsluna enn hann var, um tað skuldi eydnast Føroyum at javna.
Fleiri skiftingar vóru gjørdar á føroyska liðnum, men tað tóktist ikki sum um, at tað fór at eydnast at venda gongdini.
Men so var tað, at føroyingar mest sum burtur úr ongum javnaðu til 1-1, sum varð úrslitið. At tað í síðsta landsdystinum í ár endaði javnt heldur enn við tapi hevur sera stóran sinniligan týdning. Hjá spælarunum, sum nú fyrireika seg at flúgva úr Kosovo og heim til Føroya ella aðrar fótbóltsbústaðir í Europa, er tað hugaligt, at tað ikki endaði við tapi í kvøld, og at tað eydnaðist at skora á útivølli.
Sjey minuttir eftir, at hann var skiftur inn, javnaði Stefan Radosavljevic til 1-1. Aftur var talan um horna til heimaliðið í vinstru. Eftir at tað varð lagt innfyri, fekk innskifti Samuel Chukwudi fatur á bóltinum. Hann legði við langari sending bóltin mitt fram á mótstøðuhálvuna, har Stefan, sum sjey minuttir frammanundan var skiftur inn, rann frá miðverjuni, og tá ið málverjin leyp út, var Stefan púra kalsur og lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.
Hann hevur nógvar royndir á U-21 landsliðnum, har hann er toppskjútti við fimm málum, og í kvøld vísti Stefan Radosavljevic, at hann í sovornum støðum er púra kaldur.
Málið bar eyka orku við sær til føroyingarnar, sum høvdu sæð troyttir út.
Innskiftu og ómóðu spælararnir bjóðaðu av, og heimamenninir vóru týðiliga órógvaðir og strongdir, so teir ikki vóru eins neyvir í spælinum, sum teir høvdu verið longu fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
1-1 ímóti Kosovo fyri aðru ferð, og tað fegnast føroyingarnir um, meðan heimamenninir í Pristina ikki tykjast at vera eins fegnir.
Kosovo – Føroyar 1-1 (0-0)
Vinardystur
Leygardagin 19. november 2022 á Fadil Vakrri Stadion í Pristina í Kosovo
1-0: Uran Bislimi 64.
1-1: Stefan Radosavljevic 77.
Dómaratrio úr Albania: Juxhin Xhaja, Denis Rexha og Nertil Bregasi og Dardan Caka úr Kosovo (4. dómari)
Føroyar: Mattias H. Lamhauge, B36, 2/0 – Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK Noreg, 60/1, Andrias Edmundsson, Águilas FC Spania 1/0 (Samuel Chukwudi, Royal Union Saint-Gilloise Belgia, 2/0, 58.), Gunnar Vatnhamar, Víkingur, 28/2, Viljormur Davidsen, Helsingborg IF Svøríki, 64/4, (Martin Agnarsson, Viborg FF Danmark, 1/0, 70.) – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, 62/2 (Stefan Radosavljevic, HB, 2/1, 70.), Noah Mnenéy, Víkingur 1/0, René Shaki Joensen, KÍ, 40/3 (Kaj Leo í Bartalsstovu, Keflavík ÍF Ísland, 29/1, 58.), Meinhard E. Olsen – Patrik Johannesen, Keflavík ÍF Ísland, 20/1 (Jann Benjaminsen, IL Hödd Noreg, 1/0, 79.), Pætur J. Petersen, HB, 1/0 (Klæmint A. Olsen, NSÍ, 54/10, 70.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, B36, 0/0, Bárður á Reynatrøð, Víkingur, 0/0, Mads Bo Mikkelsen, KÍ 6/0, Sonni Ragnar Nattestad, B36, 46/3, Andrass Johansen, B36, 0/0, Heðin Hansen, HB, 9/0, Hanus Sørensen, HB, 1/0
Gult kort: Andrias Edmundsson, Mattias H. Lamhauge, Gilli Rólantsson Sørensen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze