Steffan A. Løkin er aftur í gulum

1. deild menn: Eftir tvey ár í útlegd er Steffan A. Løkin aftur í gulum

Mynd: (NSÍ) Steffan Abrahamsson Løkin og Karstin Joensen, formaður í NSÍ

Steffan Abrahamsson Løkin hevur í dag skrivað undir ein tvey ára sáttmála við barndómsfelagið NSÍ. Tað boðar heimasíðan frá í kvøld. 22 ára gamli áleyparin hevur í tvey ár spælt á Toftum. Í ár hevur tað gingið strilti at vinna sær fast pláss, hóast tað bleiv til 23 dystir.

 

Í stuttari samrøðu við heimasíðuna hjá NSÍ sigur 22-ára gamli Steffan Abrahamsson Løkin, at hann gleðist um at vera heima aftur. NSÍ er í gongd við at byggja eitt nýtt lið upp, og Steffan gleðir seg til at verða ein partur av hesi tilgongdini, verður sagt úr Runavík.

 

- Steffan er ein royndur ungur spælari. Hann hevur umboðað øll okkara ungdómslandslið, og hartil hevur hann longu – hóast sín unga aldur –  spælt 86 dystir í bestu deildini. Steffan er ein náturligur málskjútti, ið kann spæla bæði fremsti maður og vongur. Hetta er ein sannur fongur fyri NSÍ, skrivar NSÍ.

 

Hann er onnur tilgongdin hjá NSÍ. Hin er Kristian Joensen, sum er komin aftur til barndómsfelagið. Meðan Steffan Abrahamsson Løkin er komin til úr B68, so er Jørgen Nielsen farin hinvegin.

 

Mynd: (NSÍ) Steffan Abrahamsson Løkin og Karstin Joensen, formaður í NSÍ