Stein Bagger í Danmark

Stein Bagger, sum er skuldsettur fyri milliardasvik, kom í morgun til Danmarkar úr USA Stein Bagger kom við einum amerikonskum flogfari, sum setti seg í Kastrup klokkan hálvgum átta í morgun.

Sambært donsku fjølmiðlunum skal Stein Bagger fyrst tosa við verja sín, og seinni í dag skal hann til avhoyringar hjá bakmansløgregluni.

Stein Bagger er skuldsettur fyri at hava svikað fyri umleið 1,2 milliard krónur, meðan hann var stjóri í fyritøkuni IT Factory, sum nú er koyrd á húsagang.