Steinbjørn Jacobsen: - Útjaðarin avskorin frá landinum

Í Norðlýsinum fríggjadagin heitur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, staðiliga á partarnar í verkfallstrætuni um at fara aftur til samráðingarborðið við tí neyðuga viljanum til at finna eina semju

Verkfall
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Í Norðlýsinum fyri fríggjadagin hevur borgarstjórin í Klaksvík skrivað eitt bræv til avvarðandi partarnar av verkfallinum, sum herjar alt landið hesar dagarnar.
Í brævinum heitir hann staðiliga á teir um aftur at setast við samráðingarborðið og finna eina loysn.

Rakar útjaðaran
Í brævinum sigur Steinbjørn Jacobsen millum annað, at sum borgarstjóri í næststørstu kommunu í landinum, er tað hansara skylda at gera vart við, at Klaksvíkin og Norðoyggjar saman við hinum útjaðaraøkjunum í Føroyum enn einaferð eru í eini vanlukkuligari støðu, orsakað av verkfallinum, sum hevur lagt farleiðina um Leirvíksfjørð lamna.
Hendan leiðin er einasta farleiðin úr Norðoyggjum, og tí eisini ein lívsæðr hjá økinum her norðuri.
Umframt at verkfallið er en dyggur smeitur hjá familjum og ungdómi í Norðoyggjum, so rakar tað eisini vinnulívið sera meint.
Umhvørvisliga er tað eisini ein hóttan, tí ruskið verður heldur ikk tikið, og Steinbjørn sigur, at longu nú kann staðfestast, at verkfallið hevur havt umhvørvisligar avleiðingar við sær.

Tikin sum gíslar
Steinbjørn Jacobsen sigur víðari, at hendan støðan als ikki er til at liva við.
- Vegna Klaksvíkar Býráð vil eg harðliga mótmæla, at ein ósemja á arbeiðsmarknaðinum enn einaferð tekur okkum í útjaðarinum til gíslar ? hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast, sigur Steinbjørn við Norðlýsið.
Víðari sigur hann, at ein skipan má og skal finnast, sum tryggjar, at henda gíslatøka av einum minniluta í samfelagnum verður steðgað og ongantíð aftur endurtikin.