Fleiri útlendskir miðlar skriva um, hvussu nógv Kina ger burtur úr at berja niður koronu-smittu, tá tilburðir verða staðfestir í landinum.
Stjórnin í Kina hevur nevniliga eina 0-hugsjón við smittu, sum tað verður rópt. Hetta ger, at hvørja ferð smitta tekur seg upp, verður alt gjørt fyri at berja smittuna niðuraftur.
Hesaferð er tað býurin, Yuzhou við umleið 1,2 miljónum íbúgvum, sum verður latin aftur.
Kinesisku myndugleikarnir boðaðu mánakvøldið frá, at allir íbúgvar í býnum skuldu halda seg við hús fyri at byrgja upp fyri smittuspjaðing.
Fráboðanin frá myndugleikunum kom, eftir at tríggir koronu-tilburðir vórðu staðfestir í býnum dagarnar frammanundan.
Fólk í býnum fáa mat og aðrar neyðsynjarvørur settar við dyrnar.
Longu áðrenn býurin varð stongdur, var øll almenn ferðsla, keypsmiðstøðir, søvn og ferðavinnumál í býnum latin aftur.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at 175 tilburðir við koronu-smittu eru staðfestir í Kina týsdagin., harav fimm eru staðfestir í Henan-landslutinum og átta á einari verksmiðju í býnum, Ningbo.
Hóast smittu-tølini í Kina eru nógv lægri enn í mongum øðrum londum kring heimin, hevur smittan kortini verið størri, enn hon annars hevur verið síðan í mars í 2020.