Steintór Larsen seksti fimm

27. februar verður Steintór Larsen, tannlækni í Fuglafirði, seksti fimm ár.

Steintór er vaksin upp í Toftatúni í Fuglafirði. Mamman, Margretha Larsen, var ættað frá Gjógv og faðirin, Jacob Larsen – Jákup í Búrstovu, var ættaður av Eiði. Hann gekk burtur undir krígnum við Verdandi í okt. mánaði 1944 á veg av Siglufirði í Íslandi til Føroya. Fimtan mans fórust við hesum skipi, og millum hesar menn var beiggi Jákup, Óli Larsen, og tveir synir hansara, Olaf og Petur.
 
Margretha varð í Fuglafirði nevnd Einkjan. Hugsandi er, at hon bar hetta navn,  tí hon var einasta kvinna her í bygdini, sum misti mannin á sjónum av krígsávum. Jacob og Margretha fluttu higar at búgva 1944. Jákup í Búrsstovu svav bert eina nátt undir bitunum í nýggja heima teirra á Toftagarði. Tá ið Jákup fór av stað, bar Margretha barn undir belti. Um sama mundið, Verdandi gekk burtur, fekk hon Jacobu 31. okt. Hon varð uppkallað eftir faðirinum og skyldmonnunum, ið fórust við hesum skipi. Jacoba varð hon kallað, og doyði hon fyri 20 árum síðani bert 42 ára gomul. Øll hini systkini eru enn á lívi og bera serliga dreingirnir heitið t. d. Petur og Knút hjá Einkjuni, sum enn er livandi mál í bygdini.
 
Steintór hevur altíð verið vinsælur líka frá barnsbeini av. Øll børnini hjá Einkjuni komu væl undan, og havi vit bara gott at bera teimum í allar mátar. Steintór svágur hevur ein tekniskan heila. Fann hann ein møtrikk sum smádrongur, spann hann ein motur burtur úr hesum fitta luti. Hann dugdi og dugur enn tann dag í dag sera væl at siga frá. Ikki bert tað, men hann er skjótur at rætta øðrum eina hond, tá ið á stendur. Vit gjørdust svágrar, og hevur svágraskapurin hildið hond um manga hugnaløtuna, og hava vit her við Bøveg kent mangan flógvu hondina úr Torkilskróki  frá honum og konuni, Marjun, tá ið okkurt fór út um tað hvønndagsliga.
 
Tað er áhugavert at hoyra Steintór greiða frá, tá ið hann bert sum 16 ára gamal fór út at sigla við tangabátinum Favør hjá Samuel Ugelstad úr Oslo. Gott árræðið hevur hann havt, tá ið hann á hesi útferð fór til Keypmannahavnar og søkti sær hýru. Hann kom til Oslu, og her fekk hann hýru við skipi, sum lá í Stockholm. Hesin tangbátur, M/T Farvør, silgdi millum Venzuela og Persia. Forvitnið og útlongsulin lá frammalaga hjá hesum unga dreingi. Gott vit og skil hevur altíð merkt børnini hjá Einkjuni, og tað kennist beinanvegin á Steintóri, at vituga hugafar hansara hevur roynst honum og øðrum væl. Hann  kom víða um á hesi ferð og standa minnini frá hesi tíð enn livandi í minninum. 1968 silgdi hann sum 2. proviantmeistari við Bergensfjord, meðan Samson, bróðirin, silgdi við sum yvirstýrimaður. 1959 fór Steintór sum kokkur við Mazeppu til Grønlands við Hans Davidi sum skipara. Á Eysturlandi við Bjørgvin, sum mammubeiggin, Tummas Fagranes átti. Grakaris Hansen úr Norðagøtu var skipari; men einki var sum tað, tá ið Steintór kom aftur av langfaraleið við tummlinum um kvarðan og útlendskari sigarett millum fremstafingur og longitong. Úr hesari kultisku ond manaði hann  upplivingar fram frá langafaratíðini til heimafólki og okkum yngru, ið lógu og skavaðu í øskuni heima á garði. 
 
Steintór roykir ikki longur, men frásagnirnar eru ljóslivandi enn tann dag í dag. Undir hansara fródligu frásagnarbirtingum fer roykhondin ístaðin upp til bryllurnar at geva teimum eitt lítið hirs, so tær eisini kenna “húsroykin” frá farnum døgum. Vit  onnur, ið hava sitið undir, undrast yvir hansara árræði og dugnasemi. Drongurin, sum gjørdist faðirloysingur, rakk langt. Ongantíð eru orð fallin av hansara munni um  missimál í lívinum, men mangt og mikið var sára gott. Teimum ungu í familjuni hevur hann verið dyggur í ráðum og ikki at tala um, tá ið vit vóru á útferðum við gentukórinum, var hann ofta við t. d. sum kokkur. Her sóust hansara sosialu evni at røkka langt millum ung í tí  káta og alvarsama, meðan konsertirnar vóru víða um - lótu seg í musikalskan og praktiskan búna. Tøkk fái hann fyri tað.
 
Ikki at gloyma útferðirnar við børnunum, har vit vóru náttløgd í Svínoy, við Gjógv, á Selatræ, í Fugloy,  í Suðuroy o. s. fr. Hetta vóru løtur, har mandómsevni og barnalátur gingu hond í hond millum hugnaløtur og foreldrini í summarsligum andadrátti.
 
1958 kom præliminerskúli til bygdina, og 1959 setti Steintór seg aftur á skúlabonk. Væl lá fyri og eftir tveimum árum, legði hann leiðina til Hoydalar og tók students-prógv í 1964. Nú lá leiðin á tannlæknaháskúlan, og tók hann prógv sum tannlækni í 1972. Áðrenn hann legði leiðina aftur til Fuglafjarðar, var hann eftir lokið prógv eitt ár tannlækni í Skagen. Hann hevur røkt starvið sum skúlatannlækni og privatur tannlækni síðani her í bygdini.
 
Í eini 20 ár høvdu vit eitt áttamannafar saman. Nógvar hugfarsligar løtur fóru av stað úti í fjørðinum. Hans J. á Brúnni, útróðrarmaður úr Fuglafirði, plagdi at taka til, at fór hann út í fjørðin og einki fekk, læt í honum - So hava vit verið úti í fjørðinum. Ja, ja, hetta vóru orðini. Hann kundi eisini havt sagt , at nú havi eg verið í halgidóminum! Hugsi mangur, íð hevur flotið millum Kirkjugjógv og Nasa, hava tikið til sín stórbaru tempulsúlurnar á Kalsoynni og poetisku eystursíðuna av Eysturoynni. Snimma á morgni eru Djúpini eins og ein basilika at fara  ígjøgnum og somuleiðis út á seinrapartin, tá ið leitað verður aftur at húsum. Tá lyftist hugans heimur upp í hæddirnar upp um fjallagreinirnar, og tú verður eins og eymur, sum tann, ið agnið sparir. Soleiðis vóru hesar frægu løtur saman við Steintóri. Onkuntíð høvdu vit børnini við, og var hetta  bara ein livandi ímynd av skaldskapi og vanligum lívi, sum ráddi millum Torkilskrók og Bøveg.
 
 
Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við teimum sektsti fimm árunum og takk fyri alt gott í tí farna.
 
Alexandra og Frits