Ernst Dánjalsson Remmel, trompet, Kristina Thede Johansen, saxofon og Hjalti Bogason Støylen, gittar, gjørdust í februar mánað ávikavist nummar eitt, tvey og trý í Stella Polaris kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarnar. Millum vinningarnar fyri avrikið er konsertin í Norðurlandahúsinum sunnudagin 11. august klokkan 15.
Á skránni verður m.a. eitt nýskrivað verk fyri tey trý vinnaraljóðførini, trompet, saxofon og gittar, sum ungi tónasmiðurin Eli Tausen á Lava hevur skrivað til konsertina. Tað nevnist Trio Scherzando og eru tvey tema, mótsetningar, sum spæla upp ímóti hvørjum øðrum - annað lívligt og stuttligt og hitt friðarligt og ljóst.
Eli Tausen á Lava gongur á Tónlistaháskúlanum í Malmø, har hann lærir kompositión. Framman undan hevur hann útbúgving av Musikkskúlamiðnámi, har Sunnleif Rasmussen var lærari hansara. Eli varð heiðraður sum ”Ársins nýggja navn” á FMA 2019 í vár, og í 2018 varð verk hansara ”Freya syngur” valt út til framførslu á ISCM World Music Days, hildnir í kinesiska høvuðsstaðum Beijing.
Ernst Dánjalsson Remmel fer komandi árini at taka útbúgving í trompetspæli á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus. Hann byrjaði ungur at spæla kornett í Havnar Hornorkestri, men skifti til trompet og menti seg skjótt til leiðandi spælara og solist í orkestrinum. Ernst hevur gingið á Musikkskúlamiðnámi, har Ólavur Olsen var lærari hansara.
Kristina Thede Johansen tók í summar kandidatprógv í klassiskum saxofonspæli á Det Jyske Musikkkonservatorium í Aarhus, har hon nú byrjar solistútbúgving. Hon tekur eisini eina kandidatútbúgving í performance á Sibeliusakademinum í Helsinki. Kristina hevur vunnið fleiri virðislønir og heiðursheiti í kappingum og á konsertum fyri spæl sítt.
Hjalti Bogason Støylen tók í summar bachelorprógv í klassiskum guitarspæli á Tónlistaháskúlanum í Malmø og fer nú at halda fram við útbúgvingini á masterstigi á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn. Lærari hjá Hjalta á Musikkskúlamiðnámi var Ólavur Jakobsen.