Stella í Smiðjuni við tíðarinnar løtum

Listarkvinnan, Stella Zachariassen, sum í hesum døgum er í Smiðjuni í Lítluvík, "fangar" ymiskar tíðir í lívinum, sum seta síni spor.

Í døgunum frá 23. mars til og við mánadagin 27. mars hevur Stella Zachariassen málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har hon sýnir fram nakrar av sínum málningum.

 

Stella hevur nú í nøkur ár gjørt nógv við at mála, og hon hevur havt framsýningar ymsastaðni í landinum.

 

Hon hevur valt at kalla framsýningin, sum nú er í Smiðjuni í Lítluvík, fyri "Tíðarinnar løtur", har listarkvinnan "fangar" ymiskar tíðir í lívinum, sum seta síni spor.

 

Eisini hevur hon í eina tíð funnið sítt eyðkenni í málningunum, sum sermerkja Stellu. Hetta eru væl dámdir og sigandi málningar. Við sær hevur hon eisini eina seriu av fuglum, sum eisini eru væl dámdir.

 

Framsýningin "Tíðarinnar løtur" letur upp leygardagin 25. mars - tað er í morgin - klokkan 10, og sunnudagin, 26. og mánadagin 27. mars letur framsýningin upp klokkan 13.