Stella Zachariassen hevur Pop-Up Gallarí allan august

Stella Zachariassen hevur latið upp eitt Pop-Up Gallarí í Krosslíð 2 (Grønlandsvegi 38)

Stella Zachariassen, sum í fleiri ár hevur málað, hevur nú latið upp eitt pop-up gallarí í Krosslíð 2/Grønlandsvegur 38.

 

Orsøkin til at Stella hevur valt at hava Pop-Up Gallarí er, at hon seinastu tíðina hevur lagt sera stóran dent á at mála tað hon nevnir motiverandi málningar. Málningar sum eisini varpa ljós á sálarliga heilsu, serliga hjá børnum og ungum. Tølini seinastu tíðina vísa, at tað eru fleiri og fleiri ung og eisini børn, sum fáa depressión, angist, og sum enntá taka sítt egna lív. Tí vil Stella gera tað hon kann við at mála uppmuntrandi og motiverandi málningar.

 

Opið er hesa vikuna hvønn gerandisdag frá klokkan 13 til 17,  og annars skiftandi tíðir, ella eftir avtalu. Til ber at fylgja við nær opið er á facebooksíðuni: https://www.facebook.com/SelviZachArts

 

Stella undirstrikar, at øll eru vælkomin.