Stemningurin var eitt sindur keðiligur seint í nátt

Løgreglan hjálpti onkrum til hús í nátt, sum var drukkin, men eingin endaði inni á støðini at sova rúsin av sær.

Løgreglan sigur, at tað var nakað av fólki í býnum í Havn í nátt, og nakrar ferðir legði løgreglan ímillum, tá illstøður vóru við at taka seg upp.

 

- Vit vóru sjónligir í náttarlívinum, og tað vísti seg, at stemningurin gjørdist eitt sindur keðiligur, tá náttin leið, og klokkan nærkaðist 04.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at løgreglan hjálpti onkrum til hús, sum var drukkin, men eingin endaði inni á støðini at sova rúsin av sær.

 

- Sum er, hava vit einki harðskapsmál í nátt, men vit vita sjálvsagt ikki, um okkurt mál kann koma, tá fólk eru í býnum, sigur løgreglan í morgun.