Fyrrapartin fóru umboð fyri Fótbóltssamband Føroya á fund í Wien saman við umboð fyri hinar fótbóltstjóðirnar, sum eru í europeiska HM undankappingarbólki 7.
Fundurin er í Wien, og tað gongur striltið at finna semju um, hvussu skráin skal síggja út:
- Vit hava sitið á fundi síðani tíðliga fyrrapartin, og enn eru vit ikki komnir nakran veg, verður sagt frá føroyska ferðalagnum.
Um tað ikki eydnast at semjast um, hvussu skráin skal síggja út, so verður talan um lutakast, sum FIFA fer at skipa fyri.
Undan fráferðini úr Føroyum segði Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, at tað var ynskið hjá føroyingum, at tveir heimadystir skuldu spælast í Føroyum í juni 2008. Hugsað varð um at fáa Litavia og Serbia henda vegin í juni. Hesi bæði londini eru ikki við í EM endaspælinum, sum í juni verður í Eysturríki og Sveis.
Fótbóltstjóðirnar, sum sita við samráðingarborðið í Wien, eru Frakland, Rumenia, Serbia, Litavia, Eysturríki og Føroyar.
Føroyska manningin í Wien er Ísak Mikladal, aðalskrivari, Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, og Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF.