Landsverk hevur í morgun boðað Eysturkommunu frá, at eingin vegur verður omanfyri Leirvík. Eisini er greitt, at skal vegur ganga ígjøgnum bygdina, skal hann ikki kosta meira enn 40 mió krónur. Men hetta vil Eysturkommuna ikki ganga við til.
Kommunan sigur, at skal vegurin ígjøgnum bygdina, so skal kommunan hava endurgjald fyri millum annað mist parkeringspláss. Sostatt kann vegurin ikki kosta undir 50 mió krónur.
Men hetta vil Annika Olsen, landstýrskvina ikki ganga við til. Hon fær ikki undirtøku í Løgtinginum fyri at hækka karmin á verklagslógini við 10 mió krónum, og tískil er loysnin í verandi løtu trupul at fáa eyga á.
Landsverk hevur verið í samráðingum við Eysturkommunu um møguleikarnir, fyri at fáa ein veg gjøgnum Leirvík, sum er í tráð við verklagslógina. Í hesum sambandi hevur verið umrøtt, at gera ein veg omanfyri Leirvík ístaðin, men heldur ikki hetta er í tráð við verandi verklagslóg, og tískil ikki ein møguleiki.
Landsverk hevur tí boðað Eysturkommunu frá í morgun, at kommunan skal síggja burtur frá spurninginum um vegaføring omanfyri Leirvík.