Sterkamannaprát á Rás2

(Ljóðreportasja frá Rás2) Petur Mohr Reinert setti Bjarna Nielsen, Regin Vágadal og Jákup Jacobsen stevnu

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina ljóðreportasju, sum Petur Mohr Reinert hevur gjørt fyri Rás2.

 

Petur Mohr Reinert fekk eitt gott sterkamannaprát við Føroya sterkasta mann, Bjarna Nielsen, sterkamannalegendina Regin Vágadal, og venjaran Jákup Jacobsen í samband við, at altjóða sterkamannakappingin "Toyota Cup" verður í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 16.

 

Bjarni Nielsen fer saman við Boga Hammer at kappast ímóti nøkrum framúrskarandi íðkarum.

 

 

Talan er um Zydrunas Savickas úr Litava, sum hevur verið heimsins sterkasti maður fýra ferðir, Eddie Hall, sterkasta mann í Bretlandi, Ole Martin Hansen úr Noregi, Nicolai Hansen, sterkasta mann í Danmark, og Laurence Shahlaei úr Bretlandi.