Sterkur búskapur

Sparikassin staðfestir, at hóast búskaparliga lágkonjukturin í Føroyum, so er talan um ein sterkan búskap

Búskapur

Hetta framgongur av ársfrágreiðing bankans, har tey millum annað hava nýtt tríggjar búskaparfrágreiðingar til at greina støðuna í føroyska búskapinum.
- Tað, sum serliga ávirkar búskapin, er niðurgongdin í fleiri pørtum av fiskivinnuni og í alivinnuni. T.d. hava upsa- og hýsuprísirnir verið lækkandi, og tí er úrtøkan til manning og reiðarí farin sama veg. Somuleiðis hevur fiskivinnan á landi verið merkt av versnandi kappingarføri, ið sæst aftur í eini øking í útflutninginum av óvirkaðum fiski.
- Versnandi gongdin í fiskivinnuni kemst millum annað av lækkandi dollaranum, eini herdari kapping frá láglønarlondum í Eysturevropa og Fjareystri, og smáfallandi støddum í fiskiveiðuni undir Føroyum. Samstundis hevur alivinnan verið fyri eini sera ógvusligari minking í virkseminum vegna lækkandi marknaðarprísir og herviliga sjúkustøðu.
Tilsamamans, staðfestir Sparikassin, varð talan um eitt fall í lønarútgjaldingum innan tilfeingisvinnuna upp á 8,5%
Hóast kanska døpru útlitini, so meta tey í bankanum ikki, at nøkur orsøk er at missa mótið. Sagt verður, at føroyski búskapurin er grundleggjandi sunnur og sterkur. Privati sektorurin er fíggjarliga væl fyri, eins og tann almenni parturin er sera væl konsolideraður. Nakað sum ger tað møguligt at halda aktivitetinum á einum jøvnum støði hóast búskaparligu sveiggini.

Lítil almenn skuld
Tá tosað verður um almennu skuldina, staðfestir Sparikassin eisini, at føroyski landskassin stendur seg heilt væl í so máta. Nettoskuldin hjá Landskassanum er einar 2 mia kr., sum svara til 20% av BTÚ. Til sammetingar veðrur nevnt, at danski statskassi hevur eina skuld upp á 50%, tann amerikanski upp á 65%, meðan miðaltalið fyri ES-londini er ein almenn skuld, sum svarar til 74% av BTÚ.
Hartil skal eisini havast í huga, at landið eigur partabrøv, sum svarað til eini 4 mia kr., og at nettoognin hjá landskassanum sostatt er 2 mia kr.
At enda verður tó staðfest, tað framhaldandi skal gerast eitt støðugt arbeiði fyri at halda føroysku samfelagshjólunum malandi.
- Tað er tó framvegis ein avbjóðing fyri føroyska samfelagið at skapa framleiðslu, sum ikki byggir á fiskatilfeingi ella annað náttúrubundið tilfeingi.
- Sum frá líðir ber heldur ikki til at hava varandi undirskot á fíggjarlógini, og tí má tað almenna fáa nýggjar inntøkur til vega ella skarva av útreiðslunum. Týdningarmikið er, at almennu stovnarnir altíð hava røttu tilskundanina til at effektivisera, eitt nú við at taka nýggjastu tøknina í brúk.