Heðin Mortensen, borgarstjóri
------------
Tann konstruktiva ósemjan er góð.
Tað er í ljósinum av hesum, at eg havi loyvt mær at gera viðmerkingar til eina kronikk hjá Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, í Dimmalætting frá 7. juni.
Konservativ sjónarmið
Hennara kronikk gekk í høvuðsheitum út uppá at skrúva føroysku samfelagsklokkuna aftur. At spola okkum aftur í eina farna tíð. Aftur til sjey valdømir. Aftur til eina gamla hugsan um ”landspartar”. Fasthalda nógvar kommunur. Og fyri alt í verðini ikki fjálga um høvuðsstaðin.
Kronikkin vísti eina konservativa hugsan, og nú eg havi lisið hana aftur, er hon framvegis líka konservativ.
Skilt á tann hátt, at hon peikar aftureftir fyri alt okkara samfelag. Onki boð uppá, hvussu vit sum land skulu standa okkum í kappingini um fólk – føroyingar og útlendingar – ið hava vilja og megi til at skapa nýtt virksemi, nýggjar fyritøkur og nýggjar inntøkur til landið. Har var ongin visjón fyri eitt land, sum hevur brúk fyri fólkavøkstri og búskaparvøkstri. Onki peikaði frameftir.
Sterkur høvuðsstaður neyðugur
Nú hevur Gunvá við Keldu so aftur veri úti við einari grein. Nú er undirliggjandi tónin, tann gamli og slitni, at ”í Havn liva tey av at klippa hvørjum øðrum”.
Havi ikki hug at fara út í ein primitivan orðadrátt við borgarstjóran í Klaksvík. Tá gerst ósemjan ókonstruktiv.
Mítt høvuðspoeng er í stuttum, at Føroyar fáa bert fólkavøkstur, um høvuðsstaðurin stendur sterkur. Um vit skulu fasthalda og tiltrekkja ung, virkisfús, væl útbúgvin, og skapandi fólk við dirvi, so krevst ein sterkur høvuðsstaður.
Hví, spyr onkur.
Svarið er ikki so trupult at síggja.
Føroyingar eru eftirspurdir
Okkara dugnaligastu fólk – tey sum duga, vilja og megna at seta ferð á og dríva landið frameftir – eru eftirspurd allastaðni í Europa í dag. Og víðari úti í verðini.
Tey hava møguleikan at velja millum at búgva í Føroyum ella London. Millum at selja fisk í Klaksvík ella at arbeiða við designi í París. Velja millum at arbeiða á skrivstovu í Tórshavn ella at ráðgeva stórum fyritøkum í Keypmannahavn.
Veruleikin er, at fyritøkur og býir uttanlands hava ongantíð havt so stóra atdráttarmegi sum júst nú. Tey vilja hava fatur á okkara ungu og virkisfúsu. Og tað er ikki løgið, um okkara fólk velja sera spennandi avbjóðingar og høgar lønir aðrastaðni.
Hetta er veruleikin, sum vit í Føroyum eru uppí ímóti.
Taka kappingina upp
Í Tórshavn velja vit at taka dystin upp við útlendskar metropolar.
Tað gera vit m.a. við at hava so nógv og góð tilboð til borgararnar sum møguligt: barnaansing, skúla, møguleikar at seta búgv, ungdómsvirksemi, umstøður fyri eldri, list, ítrótt, matstovur, býarlív og so frameftir. Vit brúka tíð og pening til at tryggja grundleggjandi og góð tilboð til allar borgarar.
Vit leggja kreftir í at menna eitt sterkt alternativ til útlendsku høvuðsstaðirnar. Vit skapa eina føroyska útgávu av einum metropoli.
Mitt í hesum arbeiði – í stríðnum fyri at fasthalda og tiltrekkja føroyingar og útlendingar – er tað, at eg sum borgarstjóri í landsins høvuðsstaði reageri uppá sjónarmiðini hjá borgarstjóranum í Klaksvík.
Savnandi føroyskur metropolur
Føroyar hava ikki brúk fyri, at landið aftur skal skræðast sundur í sjey valdømir. Tað tænir ikki Føroya landi at hugsa í ”landspørtum” heldur enn í einum sameindum og samlaðum landi.
Ongin fær fyrimun av at spola Føroyar aftur til eina farna tíð.
Hetta sigi eg ikki fyri at seta niður á Klaksvíkina ella aðrar býir ella bygdir. Heldur ikki fyri at upp- ella framhevja Tórshavn.
Sjálvandi skulu Klaksvík eins og aðrir býir og bygdir kring landið mennast. Alt annað hevði verið løgið. Tað ræður um at gera tað, sum man á staðnum dugur væl og at fáa sum mest burturúr teimum góðu førleikunum á staðnum. Hetta hevur stóran týdning fyri Føroyar sum land.
Hinvegin, so skal Tórshavn ikki bløða fyri at útjaðarin skal mennast. Prísurin fyri lokala menning eigur ikki at vera, at høvuðsstaðurin skal avmonterast.
Veruleikin er hann, at tess meira vit spjaða tilfeingi og orku, tess veikari standa vit í kappingini við tey, sum vilja hava fatur á okkara góðu fólkum.
Tí er brúk fyri einum sterkum høvuðsstaði. Einum kraftdepli við atdráttarmegi. Einum savnandi føroyskum metropoli.