Ímyndin av Liverpool seinnu árini, liðskiparin Steven Gerrard, fekk í dag ein óhepnan leiklut, tá Manchester United vann 2-1 á Liverpool á Anfield. Hann bleiv innskiftur í hálvleikinum, og 38 sekund seinni bleiv hann útvístur fyri at traðka á Ander Herrera.
- Eg havi svikið mínar liðfelaga, venjaran og mest av øllum viðhaldsfólkini hjá Liverpool. Eg taki fulla ábyrgd fyri hendingina, sigur Steven Gerrard við Sky Sports.
Liðskiparin hjá Liverpool letur heldur ongan iva verða um, at dómarin tók røttu avgerðina við at vísa hann av vøllinum. Steven Gerrard sigur víðari, at stemplingin var ein reaktión uppá taklingina hjá Ander Herrera.
Manchester United spældi Liverpool av vøllinum
Stóri vinnari á Anfield var uttan iva Louis van Gaal, hollendski venjarin hjá Manchester United. Serliga í fyrra hálvleiki hevði hann sett alt talvfólkið rætt, so Liverpool stóð í skák í at kalla 45 minuttir.
Tað umsettu Ander Herrera og Juan Mata til 1-0 til Manchester United, tá tann fyrrnevndi spældi Juan Mata leysan í høgru. Spaniólin hjá Liverpool í vinstru, Alberto Moreno, var ikki vakin og so skoraði Juan Mata.
Í seinna hálvleiki broyttist fortreytirnar, men helst mundi Liverpool spæla betri við 10 monnum í seinna hálvleiki, enn teir gjørdu við 11 monnum í fyrra hálvleiki. Tað hjálpti tó lítið, tá Juan Mata lá vatnrættur í luftini og flúktaði bóltin í málið til 2-0. Eitt tað besta málið hendan uppgerðin hevur at vísa á.
Daniel Sturridge minkaði um munin fyri Liverpool, men nærmast at fáa mál aftaná tað var Wayne Rooney, tá hann brendi brotsspark í evstu løtu.
Louis van Gaal vann taktiska spælið á Liverpool, sum ikki vóru til reiðar frá fyrsta bríksli í fyrra hálvleiki – og vóru ov tendraðir til fyrsta bríksl í seinna hálvleiki. Manchester United er nú fimm stig frammanfyri Liverpool á fjórða plássi.
Premier League 30. umfar:
Liverpool – Manchester United 1-2
Hull – Chelsea 2-3
QPR – Everton 1-2