Stevna ímóti hálvfinaluni: Dreingirnir reistu seg ímóti Niðurlondum

Dysturin ímóti Saarlendska úrvalsliðnum í kvøld ger av um Føroyar fara í hálvfinalurnar

Føroyar reistu seg í dag ímóti Niðurlondum eftir raggutu byrjanina í gjár. 

Føroyar vunnu greiðan sigur við úrslitinum 26-20, og stevna nú ímóti hálvfinaluni.

Sí eisini:

Hondbóltsdreingirnir byrjaðu óheppið

Dystirnir í kvøld gera nú av, hvør spælir hálvfinalurnar.

Føroyar spæla ímóti einum úrvalsliðið úr landslutinum, Saarland klokkan 18.20 føroyska tíð, beint eftir at Niðurlond og Hvítarussland hava spælt sín dyst.

Sí eisini:

Spæla ímóti Niðurlondum klokkan 13.00 og Saarlandi klokkan 18.20 (stroyming)

Ein sigur eigur at vera nóg mikið hjá føroysku dreingjunum at enda millum tvey tey fremstu í bólki A, og harvið spæla seg í hálvfinalurnar, sum vera leiktar í morgin ári - áðrenn finaluna klokkan 19.00 í annaðkvøld.