Í vikuni varð mál fyri í rættinum, har millum aðrar landsstýrismaðurin í mentamálum og aðalstjórin í Mentamálaráðnum stevna Føroya Landsstýri.
Ikki út frá teirra núverandi positión, men sum lærarar við Føroya Handilsskúla.
Talan er um eitt mál um eftirlønarviðurskiftini hjá tilsamans 13 handilsskúlalærarum, og sum hevur skjótt 16 ár á baki. Í stuttum snýr tað seg um, at í setanarskrivi hjá hesum lærarum stendur, at skúlin skal innlima teir í ein danskan pensjónskassa. Til 31.desember 1987 var málsøkið danskt, og tí var hetta vanlig mannagongd, men eftir henda dato varð málsøkið flutt yvir í blokkskipanina, og tí bar ikki til longur.
Men í setanarskrivinum hjá hesum 13 lærarum, ið vóru settir eftir nevnda dato, er kortini komið at standa, at teir skulu innlimast í danska pensjónskassan, hóast hetta ikki ber til. Fyri lærarar, ið seinni vóru settir í starv, er málið loyst á tann hátt, at teir fáa pensjónsviðurskifti, ið líkjast teimum, ið vóru fyri 31.desember 1987.
Málið hevur verið uppi og vent fleiri ferðir, men nú vit skriva 2004 er málið framvegis ikki avgreitt, og landskassin hevur framvegis ikki formligu viðurskiftini í lagi til at rinda teimum eftirløn.
Teir 13 handilsskúlalærararnir hava, umvegis fakfelag sítt, stevnt Føroya Landsstýri fyri at fáa síni rættindi. Teirra millum eru sum nevnt Jógvan á Lakjuni og Petur Petersen.
Kunnu stevna
Løgfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, vísa á, at øll hava somu rættindi til at stevna tí almenna. Og rættindini missir ein ikki, um ein fær starv hjá tí almenna. Víst verður á, at talan ikki er um arbeiði hjá landsstýrismanninum ella aðalstjóranum, men viðurskifti, ið einki hava við verandi arbeið teirra at gera.
Gegni
Ein annar spurningur er gegni. Tí sum er sita landsstýrismaðurin og aðalstjórin so at siga báðu megin borðið. Teir stevna Føroya Landsstýri, og umboða samtíðis landsstýrið, ávíkavist sum partur av politiska stýrinum, og sum ein av hægstu embætismonnum landsins.
Harumframt liggur eitt lógaruppskot í løgtinginum nú, ið loysir knútin millum handilsskúlalærararnar og landsstýrið. Uppskotið, ið Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram 4. marts, gevur í stuttum hesum lærarum somu eftirlønarviðurskifti sum øðrum lærarum. Uppskotið byggir á eina nærum tvey ára gamla semju millum landsstýrið og Lærarafelag Handilsskúlans. Eitt ár seinni varð lógaruppskot sent til ummælis hjá fakfelagnum, og svar kom haðani í februar í ár.
Orsøkin til at málið liggur í Fíggjarmálaráðnum er, at talan er um eitt pensjónsmál. Tummas Magnussen, leiðari á lønardeildini, sigur at fíggjarmálaráðið hevur verið varug við, at ein av persónunum í dag er aðalstjóri í mentamálaráðnum. Hvat landsstýrismanninum viðvíkur er hann komin í starvið, eftir at semja varð funnin partanna millum.
Eins og Tummas Magnussen, so vísir eisini Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, til fyrisitingarlógina og reglurnar um gegni, ið siga at persónar ikki mugu taka lut í viðgerð av máli, teir sjálvur eru partur av. Bæði undirstrika, at hesi atlit eru fylgd í málinum.
Hvat rættarmálinum viðvíkur er tað ikki heilt slept enn. Hans Trúgvi Teirin, sakførari hjá handilsskúlalærarunum, sigur, at onkur smávegis viðurskifti eru í lógaruppskotinum hjá landsstýrinum, ið fakfelagið ynskir at fáa broytt, og tí er málið ikki slept enn. Men hesi viðurskifti væntar hann verða broytt í nevndarviðgerð áðrenn málið kemur til 2.viðgerð í løgtinginum. Og hendir tað, so verður sakarmálið neyvan tikið upp til dóms.