Stevna við fjølbroyttari skrá

Um vikuskiftið verður Útoyggja- og Summarstevna við Gjógv við einari fjølbroyttari skrá.

Stevnan byrjar klokkan 9 leygarmorgunin við morgunmati í einum tjaldi á Gjónni. Klokkan 11 hevur Útoyggjafelagið aðalfund í bygdarhúsinum, og klokkan 13 fer Heðin Zachariassenm, borgarstjóri í Sunda kommunu, at seta stevnuna, og Ester Kristiansen fer at syngja.

Fleiri framsýningar eru á skránni leygardagin. Báður Jákupsson hevur listaframsýning, í skúlanum er bókaframsýning, í kjallaranum á Gjáargarði er myndaframsýning, og har verður eisini ein framsýning frá ferðini hjá Hermann Eysturoy og øðrum upp á Búgvan. Í bygdahúsinum verður framsýning við myndlist hjá Mariu Hansen, Fríðgerð B. Kjærbo og Bjørg Einarsdóttir Olsen o. ø. 

 

Fleiri tiltøk verða í kirkjuni. Klokkan 10 verður morgunlestur, urguspæl og floytuspæl við Sólbjørg Símunarsson, Una Christiansen og Valborg Jónsveinsdóttur. Klokkan 13.45 verða sálmar eftir Petur Jacob Sigvardsen og Knút Olsen, og fólk fáa eina frágreiðing um altartalvuna. Klokkan 15.30 fer Hanus G. Johansen at syngja sangir hjá Hans Jákup Glerfoss, Bernhardi Brim o.ø., og klokkan 17 syngur Kingokórið úr Tjørnuvík. 

 

Klokkan 16 leygardagin fer Petur Jacob Sigvardsen at halda fyrilestur, sum hann kallar "Frá náttúruflýggjan til lánta vælferð". Fyrilesturin verður í Roykstovuni á Gjáargarði. Tey, sum vilja hava meiri at vita um bygdina við Gjógv, kunnu fara ein gongutúr frá lokalum frásøgumonnum. 

 

Klokkan 18 verður fólka- og kjakfundur í Gjónni. Lasse Klein skipar fundin. 

 

Klokkan 21 leygarkvøldið verður kvøldseta í bygdahúsinum. Har verður konsert við Fríðgerð B. Kjærbo, Jónsvein Olsen, Ester Kristiansen, Jens Aksel Heldarskarð og Jógvan Sámal Heldarskarð. Petur Jacob Sigvardssen lesur upp nýggja kvøðu til bygdina. Síðani verður felagssangur, og at enda verður farið upp á gólv. 

 

Dagurin endar við einari friðar- og hugnaløtu niðri í fjøruni (Niðri í Kós), og stevnuskráin endar við kirkjugongd sunnudagin kl. 11. 

 

Umframt hesi tiltøkini er ein hópur av tiltøkum fyri børn og barnsligar sálir so sum tunnusláttur í ánni, snorkling og ponyríðing. 

 

Ongum nýtist at ganga svangur á stevnuni, tí allar dagarnar ber til at keypa mangt og hvat til matna. 

 

Tað eru Gjáar bygd, Bygdarhúsið Gjáar Samkomuhús, Gjómaður, Sunda kommuna og Útoyggjafelagið, sum skipa fyri Útoyggja- og Summarstevnuni.