Eitt gott innkast vestanfyri fótbóltsvøllin í Fløtugerði standa gulu húsini, Villa Roy. Húsini eita eftir 28 ára gamla fótbóltsleikandi formanninum í ÍF, Roy Róin. Hann er maðurin, ið stendur við høvuðsábyrgdini av Varmakeldustevnuni í Fuglafirði. Tað er nevndin í Ítróttarfelagi Fuglafjarðar, ið eisini virkar sum stevnunevnd.
Tað hevur verið tungur burður, at fáa stevnuna lagda til rættis. Formaðurin, ið umframt at røkja fulltíðarstarv, leikar í bestu fótbóltsdeildini í býnum, heldur tó, at fyrireikingarnar hava riggað hampuliga væl, hóast tað hevur ligið illa fyri at fingið nóg nógv at vita um, hvørjum tiltøkum, ymisku felagsskapirnir hava ætlað at skipa fyri á stevnuni.
Alt við tað gamla
? Tað hevur verið ov nógvur sjálvdráttur í fyrireikingunum í ár, heldur ungi formaðurin sum kortini fegnast um, at so mangt ymiskt er á skránni.
? Vit hava í stóran mun brúkt gamla stoypiformin til Varmakelduna í ár, tí tað hevur víst seg at riggað stak væl. Torført er eisini at finna uppá nakað nýtt, tí veðrið hevur so stóran leiklut á stevnunum. Vit hava lagt dent á kappróðurin, fótbóltin og dansin á Kambsdali, hóast vit helst høvdu viljað, at bygdarhúsið var liðugt, so stevnudansurin kundi verið hildin í Fuglafirði, sum alt hitt, sigur ungi oddamaðurin.
Afturúrsigldir í kappróðrinum
Áhugan fyri kappróðri í Fuglafirði, heldur Roy vera ov lítlan millum unga ættarliðið. Drúgv tíð er liðin, síðani navnið, Fuglfirðingur, seinast varð rópt í útvarpsmikrofonina undir tíggjumannafarsróðri, men nú eru teir farnir at umvæla gamla Fuglfirðing ið stendur á loftinum í neystinum. Í sjeytiárunum vóru fuglfirðingar uppií teimum allarbestu í heiðursdeildini í føroyskum kappróðri.
Hinir bátarnir í fuglafirði eru Gullbrandur, ið vestmenningar aftur hava mannað í ár. Seksmannafarið, Fuglfirðing, hava havnamenn mannað; og einasti báturin, ið fuglfirðingar hava verið mentir at manna í ár, er fimmmannafarið, Erlu Kongsdóttir, ið luttekur bæði í gentu- og dreingjaróðrinum.
? Kappróður krevur, at hugurin til venjing er javnur. Tað hjálpir ikki, at lopið verður frá í tíð og ótíð, tí møtir ein ikki upp; ja, so verður báturin ikki mannaður. Eykamenn eru í fótbólti, ikki í kappróðri, ger formaðurin í ÍF vart við.
Fleiri til FM-stevnu
Roy Róin sigur stóran mun vera á Varmakeldustevnuni tá kappróðurin telur við í FM-kappingini, og tá hann ikki telur við, vegna tess, at róðurin á Skálafjarðarstevnu telur við. Gestirnir eru nógv fleiri í tali á FM-stevnunum, og tað hevur týdning; ikki minst fíggjarligan?
? Inntøkan hjá ÍF er nógv størri, tá ið róðurin telur við í FM. Kappróðrarbátar koma úr øllum bygdum, og teir draga við sær hóp av áskoðarum. Summir liggja nátt, tí teir hava verið í dansi, og soleiðis spjaða vitjanirnar seg út á ymsu tiltøkini, ið eru fleiri í tali, enn tær ferðir, róðurin ikki telur við, sigur Roy Róin.
Hann avdúkar, at Varmakelda er nógv hin størsta inntøkukeldan hjá felagnum, ið nýtist í minsta lagi eina millión til raksturin; tað er serliga fótbóltsleikurin, ið er tungur at reka fíggjarliga?
Ókeypis á kafé
Tónleikakaféina, ið skipað verður fyri á stevnuni, heldur Roy Róin vera eitt hitt mest spennandi, fuglfirðingar hava at bjóða. Nógvir ymiskir tónleikarar fara at støkka inn á gólvið; Nevnast kunnu Kári Sverrisson og týski hørpuspælarin, Thomas Loefke, M.C. Restorff og Jóhanna Rasmussen og Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen. Onnur spennandi nøvn vera eisini at hoyra á kaféini í gamla Føroya Banka. Formaðurin í ÍF ger vart við, at atgongdin til tiltakið er ókeypis?
Tivoli og fótbóltur
Tað er ÍF sjálvt, ið skipar fyri Tivolinum, ið verður á stevnuni. Hoppiborgin og Rodeo-tarvurin vera eisini tøk, stevnudagarnar. Mekaniski tarvurin verður kanska tjóraður á Kambsdali í sambandi við dansitiltakið har.
Løgtingsmaðurin, Dan Reinert Petersen fer at seta stevnuna í morgin, og hornorkestrið fer at spæla afturvið. Eftir kappróðurin fer formaðurin í kappróðrafelagnum at handa steypini.
Leygardagin verður eisini skipað fyri stórari grannauppgerð í fótbólti. Tey fýra liðini, ÍF, GÍ, LÍF og EB/Streymur fara at luttaka. Finalan verður sunnudagin, og vinnarin sleppur heim við ferðasteypi.
Tað eru liðin 20 ár, síðani fuglfirðingar gjørdust føroyameistarar í fótbólti, og í hesum sambandi fara sonevndu 79 liðini hjá ÍF og KÍ at leika longu í kvøld. Tað gleðir ungi formaðurin í ÍF seg til:
? So kunnu vit ungu, sum leika í 1. deild í dag sita yviri á bakkanum og brúka munn, sigur Roy flennandi.
Formaðurin í ÍF verður neyvan sitandi á bakkanum alla stevnuna. Oddamaðurin á Varmakeldustevnu noyðist at arbeiða við stevnutiltøkum allar dagarnar?