Sandoyingar eru skemtingarsamir. Teir halda fyri, at tað verður synd í teimum í Runavík, tá B71 hevur verið við Løkin og oyðilagt stevnuhýrin. Stevnudysturin verður longu í kvøld og í NSÍ svara teir sandoyingum aftur við at siga, at teir skulu vera væl komnir at vera á stevnuni, sjálvt um teir hava tapt!
Hjá báðum liðunum er tað sera týdningarmikið at vinna. Trý stig fara at hava við sær, at vinnandi liðið kann kalla seg eitt slag av miðliði.
Hjá NSÍ, sum fegið vil halda seg í góða stiminum, teir kenna seg í eftir stórsigurin í Sumba, eru allir spælararnir tøkir uttan Ken Nónklett. Kanningar í vikuni hava víst at hann hevur spælt við brotnari tá. Staðfestingin av brotinum ger, at ungi maðurin hevur fingið summarfrí frá fótbóltinum.
Fleiri ivasamir
Á Sandi hava teir vitjan av einum 20 ára gomlum dana. Hann er ættaður úr Esbjerg og er stutt síðani komin fyri seg eftir at hann hevur verið skaddur leingi. Hann skal royna seg á Sandi fram til summarsteðgin, men í gjár var ivasamt, um hann verður á liðnum ídag.
Hin danin á Sandi, Alex Nielsen, er skaddur og verður ikki við móti NSÍ. Rúni í Soylu spældi 2. hálvleik móti KÍ, men hann hevur ikki vant síðani, og teir ivast nógv í, um hann verður við í dag. Kári Nielsen hevur ikki vant í vikuni og hann verður neyvan við í kvøld.
Í fjør vann NSÍ 4-0 á heimavølli móti B71. Í 1997 og í 1995 vóru bæði NSÍ go B71 í 1. deild. Í 1997 vann NSí 3-0, meðan sandoyingar í 1995 vunnu 2-0.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.