Steypabrak í Vestmanna

Tað er lagt upp til eitt brak av einum steypadysti, tá VÍF og StÍF í kvøld bresta saman í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum. StÍF vann fyrra dystin 24-22.

 

Talan er helst um týdningarmiklasta og mest spennandi uppgerðina í føroyskum hondbólti í hesum kappingarárinum, tá dómarin bríkslar fyri fyrstu ferð í Vestmanna í kvøld.

 

Higartil hevur so nógv ikki staðið upp á spæl í einum hondbóltsdyst, sum er so tættur sum í kvøld. Hálvfinalan millum KÍF og H71 varð avgjørð í fyrsta dystinum, meðan kvinnurnar hjá Neistainum vóru trygt omaná alla seinnu hálvfinaluna.

 

Alt er opið til dystin í kvøld. StÍF vann fyrru hálvfinaluna 24-22, men hevur havt tað trupult í Vestmanna í hesum kappingarárinum. Tí er lagt upp til ein spennandi dyst.

Coca Cola Cup Steypakapping menn – Seinnu hálvfinalur:

Í dag:

VÍF(22) – (24)StÍF: 19.30(Beinleiðis á Rás2)

 

Týsdagin 22. januar

H71(15) – (29)KÍF: 22-20 (8-8)

KÍF vinnur samanlagt 49-37 og er í steypafinaluni