Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at fjórðingsfinalan millum EB/Streym og HB verður ikki spæld í kvøld sum ætlað. Orsøkin er, at Ítróttardómstólurin hjá ÍSF skal hava nýggja viðgerð av drúgva málinum um spæliloyvið hjá HB-spælaranum Páll Mohr Joensen í steypadystinum ímóti VB/Sumba tann 25. mars.
Spæliloyvið hjá Páll var ikki í HB, tá ið hann spældi dystin, og Kappingarnevndin og Dómsnevndin hjá FSF hava fleiri ferðir viðgjørt málið. Seinasti dómurin var tann, at HB skuldi ikki tapa dystin, men fáa bót og missa heimavøll í steypakappingini. Dómsnevndin helt, at umstøðurnar vóru serligar, og tí skuldi HB ikki dømast at tapa dystin, sum vanligt annars hevur verið í líknandi málum um spæliloyvi.
Ítróttardómstólurin uppí
VB/Sumba kærdi mikumorgun málið um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen til Ítróttardómstólin hjá ÍSF, og Ítróttardómstólurin fer at taka kæruna frá VB/Sumba upp. Fundur er ásettur at verða í dag kl. 17.00.
Í kvøld kl. 18.00 var fjórðingsfinalan millum EB/Streym og HB annars ásett at verða spæld, men dysturin verður ikki spældur. Kappingarnevndin hjá FSF hevði fund í gjárkvøldið, og har var avgjørt at útseta dystin, meðan Ítróttardómstólurin viðger málið.
- Hetta málið hevur víst, at kæruvegurin fyri slík mál eisini umfatar Ítróttardómstólin, og tí hava vit valt at útseta dystin fyribils, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF.