Íslendska steypafinalun, ið vónandi og væntandi verður ein føroyingauppgerð millum KA, ið hevur Jóan Símun Edmundsson og Pætur J. Petersen í hópinum, og Víking Reykjavík, ið hevur Gunnar Vatnhamar í hópinum byrjar á tjóðarleikvølli íslendinga, Laugardalsvøllinum í Reykjavík, seinnapartin klokkan 17.
Fótbóltsáhugaðir føroyingar kunnu fylgja við á RÚV, ið er ein av rásunum hjá Televarpinum.
RÚV byrjar sendingina klokkan 16.15.
Megnar Víkingur Reykjavík at vinna dystin vera teir fyrsta íslendska liðið, ið vinnur steypakappingina fýra ferðir á rað.
Víkingur sum er greitt oddalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum. Miðaloddsini upp á sigur til Víking eru 1,41, meðan miðaloddsini upp á sigur til KA eru 5,92. Men í einari finalu kann alt henda.