Steypafinalistarnir møtast í dag

Kyndil og Neistin eru í steypafinaluni. Í dag møtast tey í landskappingini

Fýra dystir eru í landskappingini í hondbólti í dag. Tveir hjá kvinnum og tveir hjá monnum. Serliga annar av dystinum í kvinnudeildini er áhugaverdur. Eina viku undan steypafinaluni møtast steypafinalistarnir, Kyndil og Neistin.

 

Spurningurin er hvussu nógv liðini leggja fyri í dag. Tað kundi hugsast, at spælarar við snuddum verða spardir, men venjararnir helst fara at royna at fjala taktiskur kortini til komandi viku. Hin dysturin í kvinnudeildini er millu VÍF og Stjørnuna. Her er VÍF stórfavorittur.

 

Hjá monnunum var ein dystur í gjár, har KÍF vann 26-22 á StÍF. Annars verður grannauppgerð í høllini á Hálsi, har Kyndil tekur móti Neistanum, sum er í steypafinaluni. Hini steypafinalistarnir, VÍF, taka á heimavølli móti H71.

 

Hondbóltur:

Leygardagin kl. 18.00 KÍF – StÍF (26-22)

Sunnudagin kl. 14.30 VÍF – Stjørnan (kvinnur)

Sunnudagin kl. 14.30 Kyndil – Neistin (kvinnur)

Sunnudagin kl. 16.00 VÍF – H71 (menn)

Sunnudagin kl. 16.00 Kyndil – Neistin (menn)