Stórur flogbóltsdagur verður á FM1 í morgin, leygardagin.
Klokkan 12 til 12.45 verður sendingin Flogbóltspanelið frá fríggjadegnum endursend.
Tá klokkan nærkast 13 verður sent beinleiðis úr høllini á Hálsi í Havn.
Klokkan 13.30 verður steypafinalan hjá kvinnum, og klokkan 16 verður steypafinalan hjá monnum. Mjølnir og SÍ eru liðini í báðum finalunum.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum steypafinalunum á FM1.