Steypahetjan verður verandi við Løkin

Betri deildin kvinnur: Dania S. A. Olsen verður verandi í NSÍ

Dania S. A. Olsen hevur longt sáttmálan við besta kvinnuliðið hjá NSÍ. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni. Tað var Dania S. A. Olsen, sum avgjørdi steypafinaluna, tá hon sendi brottspark upp í málhornið í longu leiktíðini.

 

- Vit minnast øll, leygarkvøld 07 oktober, tá ið Dania S. A. Olsen setti avgerandi straffisparkið trygt í máli í steypafinaluni, til úrslitið 2 – 1, og har við ein sigur í steypafinaluni 2023. Dania spældi 25 dystir í kappingarárinum 2023, og skoraði 10 mál. Í steypafinaluni fekk Dania tó ein annan leiklut, ið var sum miðverji, skrivar NSÍ.

 

Tað eru onkrar broytingar hópinum hjá NSÍ. Margunn Lindholm er farin til KÍ, meðan Margit Magnusdóttir er komin úr 07 Vestur og Evelin Da Silva Mastropasqu úr B36.