Steypakapping í estetiskum fimleiki

Leygardagin og sunnudagin skipar Føroya Fimleikasamband fyri steypakappingum í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Klaksvík.

Tilsamans 17 lið hava teknað seg til at kappast leygardagin og sunnudagin, tá ið fyrstu steypakappingarnar í estetiskum fimleiki verða í ítróttarhøllini í Klaksvík. Liðini eru úr størstu fimleikafeløgunum í landinum, nevniliga Havnar Fimleikafelag, Støkk av Glyvrum og Ljósinum úr Havn. Til kappingarnar verða eisini gestalið úr Klaksvíkar Fimleikafelag.
Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Fimleikasamband skipar fyri kapping í estetiskum fimleiki í Klaksvík. Orsøkin til, at kappingin verður hildin júst í Klaksvík, er at royna fáa fleiri fimleikafeløg við í kappingina, soleiðis at kappingin gerst enn meira spennandi, enn hon er í dag.
Kappingarnar byrja báðar dagarnar kl. 14. Leygardagin kappast smágentur og kvinnur, og sunnudagin eru tað pinkurnar og genturnar, ið sleppa at royna seg. Karina Nolsøe verður frásøgufólk, og kappingarnar enda báðar við at heiðursmerki og steyp verða handað vinnarunum.
ri børn.