Steypakappingin broytt

Fótbóltur: Kappingin um Løgmanssteypið verður broytt eitt sindur í ár í mun til 1997

Tá feløgini saman við nevndini hjá FSF í november hugdu aftur á kappingarárið 1997 var breið semja millum fundarluttakararnar um, at kappingin um løgmanssteypið í framtíðini skuldi skipast øðrvísi, enn hon hevði verið hesi seinastu árini.

Orsøkin segðist vera, at bólkakappingin hevði verið ov lítið áhugaverd, tí munurin millum bestu og vánaligastu liðini var ov stórur.


Tríggir bólkar

Tá lutur leygardagin varð kastaður um, hvussu tað skal spælast í kappingini um løgmanssteypið í ár, boðaði formaðurin í kappingarnevndini, Dánjal Andreasen, frá, at bólkaspælið fór at verða skipað soleiðis í ár, at í staðin fyri fýra bólkar verða í ár tríggir bólkar, og tað hevur við sær, at í staðin fyri sekstan lið, so verða tað í 1998 tólv lið í bólkaspælinum.

Liðini, sum í fjør endaðu á trimum teimum ovastu plássunum í landskappingini, B36, HB og GÍ, vóru undan lutakastinum flokkað, soleiðis at tey ikki komu í sama bólk.


Ætlanin

Broytingin hevur við sær, at tað verður hópin torførari hjá feløgunum, sum hava teirra besta lið í lægru deildunum, at koma við í bólkaspælið.

Tey tíggju feløgini, sum eru umboðað í 1. deild, verða sjálvskrivaðir luttakarar í bólkaspælinum, og afturat teimum er pláss fyri tveimum feløgum, sum hava teirra besta lið í 2., 3. og 4. deild, í bólkaspælinum. Hesi feløgini skulu spæla tvey innleiðandi umfør.

Sum í fjør so sleppa eisini í ár tvey tey bestu liðini í hvørjum bólkinum í fjórðingsfinalurnar. Hesi feløgini verða seks í tali og fyri at røkka átta liðum í fjórðingsfinaluni sleppa tey bæði liðini, sum í bólkaspælinum gerast bestu liðini á triðja plássi, eisini í fjórðingsfinaluna. Hetta vil aftur siga, at í bólkaspælinum verða fýra feløg sáldaði frá, meðan átta sleppa víðari.


Ymiskir í styrki

Áðrenn fyrsta sparkið er tikið í 1998 fótbóltsárinum er tað sjálvandi ilt at meta um, hvørji feløg vóru meiri heppin í lutakastinum enn onnur, og tað er eisini ein spurningur, hvat eitt heppið lutakast er. Eitt er at sleppa víðari úr bólkaspælinum ? tað eigur ikki at vera so torført við nýggju skipanini ? og eitt annað er, at feløgini ógvuliga fegin vilja hava kvalifiseraða mótstøðu í bólkaspælinum, soleiðis at dystarvenjingin er so góð, sum tað ber til, tá farið verður undir landskappingina.

Sæð út frá fyrra sjónarmiðnum og við styrkini á liðunum í fjør í huga, so er tað nógv, sum bendir á, at lutakastið hjá B36 var gott, meðan tað hjá HB kundi havt verið betri. Sæð út frá seinna sjónarmiðnum bendir nógv á, at tað serliga í bólki eitt og trý verða nógvar tættar uppgerðir.


Tveir bólkar

Í steypakappingini hjá kvinnum verða tvey innleiðandi umfør, áðrenn rokkið verður fram til bólkakappingina.

Í fyrra innleiðandi umfarinum verða tveir dystir, og í seinna umfarinum verða tríggir dystir.

Av feløgunum, sum verða umboðað í landskappingini í 1. deild, skulu tvey taka lut í seinna innleiðandi umfarinum. Tey eru Skála og NSÍ.

Tey liðini, sum endaðu ovast í landskappingini í fjør, fara beinleiðis í bólkaspælið. Tey eru KÍ, HB, B36, LÍF og EB. Undan lutakastinum varð boðað frá, at tey bæði stinnastu liðini í landskappingini í fjør, KÍ og HB, vórðu flokkaði í hvør sín bólk.