Steypavinnarin er varpaður úr kappingini

Løgmanssteypið: Tveir av veteranunum hjá Víkingi skoraðu tíðliga í fyrra hálvleiki, og so megnaði B36 ikki at svara aftur

Tað bjargaði kappingarárinum í fjør hjá árstalsfelagnum, tá ið B36 vann steypafinaluna ímóti NSÍ. Talan var um øgiligan dramatikk leygardagin fjórða desember, áðrenn tað eftir brotssparkskapping var greitt, at B36 var steypavinnari og nú í summar skal luttaka í europeiskari kapping.

 

Í kvøld er tað greitt, at B36 fer ikki at vinna steypakappingina í 2022, og at tað harvið ikki fer at bera B36 til umvegis steypakappingina at vinna sær pláss næsta summar í Europa.

 

Í kvøld hevði B36 á Tórsvølli vitjan av Víkingi. Eftir góðu gongdina seinastu vikurnar var hetta høvi hjá B36 ímóti einum av teimum fremstu at vísa, at tað av álvara skal roknast við B36.

 

Tað eydnaðist ikki B36 at gera nakað við Víking, sum vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað fyrra partin av fyrra hálvleiki, og tað vóru tveir av veteranunum, sum skoraðu málini.

 

Í 10. minutti var tað Andreas Lava Olsen, sum við nærra stólpa stútaði bóltin í netið eftir framlegging frá vongverjanum í vinstru Bergur Gregersen, og 12 minuttir seinni varð bríkslað fyri brotssparki, sum Sølvi Vatnhamar umsetti til 2-0 leiðslu.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at einasti vegurin hjá B36 í europeiskan fótbólt á sumri í 2023 er umvegis í minsta lagi fjórða plássið og kanska triðja plássið í  landskappingini.