Fótbóltur
Tað er lagt upp til ógvuliga spennandi finalu, tá ið EB/Streymur og B36 tørna saman á ovara vølli í Gundadali í annað kvøld.
Kappingin frá EM endaspælinum er stór, men tað er neyvan nógv við síðuna av at rokna við, at valið hjá viðhaldsfólkunum hjá EB/Streymi og B36 verður lætt.
Og tað er lítið at ivast í, at tey, sum í morgin fara at leita sær í Gundadali, fara at vera vitni til, at mál fara at verða skorað. Um tað verður málleyst, so verður talan um heilt øðrvísi finalur enn tær, sum higartil hava verið spældar.
Fyrsta steypafinalan var í 1955. Síðani hava 63 finaludystir verið á skránni. Samlaða máltalið er 256. Tað vil siga, at tað í miðal eru skorað 4,1 mál í hvørjum finaludysti.
Hagtølini siga, at tað verða skorað mál í øllum finaluuppgerðum. Higartil er tað ongantíð komið fyri, at ein finala hevur verið málleys.
Størsta sigurin eigur HB. Sigurin varð vunnin í 1971, tá ið TB legði rygg til 9-0 avsmurning. HB eigur næstan eins nógvar finalusigrar sum hini liðini eiga tilsaman. HB hevur vunnið 26 ferðir.
Átta onnur feløg hava staðið við Ísafjarðarbikarinum, Ísafjarðarsúluni og Løgmanssteypum. Tey eru TB (6), GÍ (6), KÍ (5), B36 (5), NSÍ (2), VB (1), B71 (1) og EB/Streymur (1).
HB hevur vunnið eitt Ísafjarðarbikar, tríggjar Ísafjarðarsúlur og eitt Løgmanssteyp til ognar.
Í ár eru B36 og EB/Streymur í finaluni. Talan er um søguliga finalu á tann hátt, at tað er fyrsta ferðin, at B36 og EB/Streymur hittast í finaluni. Í fjør var EB/Streymur fyri fyrstu ferð í finaluni, sum samansettaliðið vann ímóti HB.
Á B36 hillina
Tá ið teir í árstalsfelagnum og teir í samansetta liðnum í Sundalagnum í morgin fara at standa yvir av hvørjum øðrum, so verður tað fyrst og fremst heiður og æra, sum fara at standa upp á spæl. Akkurát sum tað altíð er tað hjá fótbóltsspælarum – ikki minst í einari steypafinalu.
Vinnarin fer at tryggja sær rætt at luttaka í Europa Cup á sumri í 2009. Tað hevur sjálvandi stóran týdning. Og so er tað Løgmanssteypið. Teir í EB/Streymi fingu tað handað eftir dramatiska steypasingurin á HB.
Fagnaðurin verður neyvan minni, um tað í morgin fer at eydnast EB/Streymi at vinna og tað harvið verður liðformaðurin hjá teimum, Egil á Bø, sum fer at fáa steypið handað frá løgmanni. Men tað er longu nú greitt, at steypið hevur kós í B36 húsið, har tað fer at standa í framtíðini.
Søgan er tann, at hetta er 10. árið, at tað verður spælt um hetta steypið. Ásetingarnar siga, at tað skal spælast um steypið í tíggju ár. Tað felagið, sum tá hevur vunnið tað fleiri ferðir enn nakað annað felag, vinnur steypið til ognar.
Higartil hevur B36 vunnið steypið tríggjar ferðir, GÍ tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og HB eina ferð í part. Einasti møguleiki fyri, at kappingin ikki skuldi verða avgjørd í ár, var, at GÍ vann kappingina í ár. So hevði verið neyðugt at kappast í hvussu so er eitt ár afturat.
20. mars tapti Víkingur, sum hevur yvirtikið sessin hjá GÍ, í áttandaparts finaluni 5-3 í Sørvági ímóti 07 Vestur. Harvið varð greitt, at tað ikki fer at bera øðrum felag enn B36 til at vinna Løgmanssteypið til ognar.
Hetta er fyrsta steypið, sum tað síðani 1955 hevur verið kappast um, sum HB ikki vinnur til ognar. Í annað kvøld fæst at síggja, um onkur onnur steypatraditión eisini fer at verða brotin. Ein møguleiki er, at eingi mál verða skorað í vanligu leiktíðini. Men tað man vera lítil sannlíki fyri tí.