Steypið er á veg undir Skopunarfjørð

U-21 steypakapping: Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping vann B71 steypafinaluna ímóti ÍF, sum eina løtu var á odda

Í gjárkvøldið var talan um drama, tá ið KÍ genturnar eftir longda leiktíð og brotssparkskapping vunnu U-16 finaluna ímóti Skála.

 

Í kvøld vóru tað U-21 liðini hjá B71 og ÍF, sum spældu steypafinalu, og aftur í kvøld var talan um dramatikk, longda leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at B71 var steypavinnari – fyri fyrstu ferð yvirhøvur í U-21 steypakappingini.

 

Hugburðurin var góður, og báðir partar løgdu nógv fyri. Týdningurin av finaluni var stórur fyri bæði B71 og ÍF, tað sást aftur í, at tað ikki altíð var so polerað spæl.

 

ÍF legði seg á odda við fínum máli í 22. minutti. Eftir stutt horna í høgru smekkaði Aron Kensson til úr brotsteigarsamankomingini, og bólturin streyk dygst undir tvørtrænum og í handara síðunetið.

 

Fimm minuttir undan steðginum javnaði B71, og aftur var tað eftir hornaspark. Tað varð sent innfyri úr høgru, og við handara stólpa var tað Aron Frankieson Knudsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

Einki mál varð skorað í seinna hálvleiki, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá var heldur einki mál skorað, og so var tað í brotssparkskapping, at tað varð avgjørt, at B71 er steypavinnari í U-21 kappingini 2024.

 

Stóri maðurin í brotsparkskappingini var B71 málverjin Wenningsted Ørvarodd. Hann bjargaði fyrstu royndini hjá ÍF, og so var hann ein av teimum, sum skoraði fyri B71. Merkisvert var tað, hvussu væl nógv tey flestu brotsspørkini vóru avgreidd.

 

 

 

B71 – ÍF 1-1 (1-1) eftir longda leiktíð

 

Brotssparkskapping 5-3

 

0-1: Aron Kensson 22.

 

1-1: Aron Frankieson Knudsen 40.

 

Brotssparkskapping

 

1-0: Jónatan Kjærbo

 

1-0: Petur Meinhard Lundsbjerg

 

2-0: Wenningsted Ørvarodd

 

2-1: Bjarti J. Højbro

 

3-1: Bergur Simonsen

 

3-2: Jóhann J. Højbro

 

4-2: Óli á Reynatúgvu

 

4-3: Rúnar C. Johnsson

 

5-3: Pætur Nolsøe

 

Dómari: Leivur Zachariassen

 

B71: Wenningsted Ørvarodd, Don Jacobsen Alexander, Nils á Reynatúgvu, Sproti Jógvansson úr Dímun, Aron Frankieson Knudsen, Julian Frankieson Knudsen, Jákup Høgnason, BogiHentze, Óli á Reynatúgvu, Jónatan Kjærbo, Fróði Højsted, Dawid Nowicki, Jónatan F. Petersen, Pætur Nolsøe, Bergur Simonsen, Magnus Alexson Hentze, Nóa Falkvard Petersen

 

ÍF: Dávid Petersen, Bergur Jacobsen, Jógvan á Lakjuni, Aron Kensson, Jákup í Lambanum, Rúnar C. Johnsson, Markus á Lakjuni, Bjarti J. Højbro, Jóhann J. Højbro, Rógvi Matras, Petur Meinhard Lundsbjerg, Rani Ákason, Bjarni Lundsbjerg, Bjarki Rykshamer, Búi Magnussen, Georg Dahl Berjastein, Teitur Petursson við Gjónna, Regin Taye Lassaberg

 

 

 

##med2##