StÍF annað beinið í finaluni

Hondbóltur: Tað var eitt sindur meira spennandi enn seinast, men vinnarin gjørdist tann sami. StÍF vann fyrru hálvfinaluna móti Kyndli við tveimum málum og hevur sostatt annað beinið í finaluni.

Sunnudagin vann StÍF sannførandi á Kyndli í seinasta landskappingardystinum hjá monnum áðrenn endaspælið. Mikukvøldið hittust somu liðini aftur, hesa ferð í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, og vinnarin varð aftur StÍF.

Dysturin mikukvøldið var eitt sindur meira spennandi enn dysturin sunnudagin, men kortini hevði ein varhuga av, at tað vóru strandingar sjálvir, sum skaptu spenningin. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 10-10, men beinanvegin í seinna hálvleiki tók StÍF seg trý mál framum, og Kyndil kom ongantíð aftur nærri enn at vera eitt mál aftanfyri. Serliga høvdu Kyndlamenn trupult við at steðga Arthur Johansen, sum gjørdi níggju av teimum 27 málunum hjá StÍF.

Í dystinum sunnudagin var lítið veiggj í Kyndlaliðnum, men tað sást, at teir hesa ferð ætlaðu sær okkurt annað. Tvær hálvfinalur skulu spælast, og tí er tað ikki líkamikið, hvussu stórur munurin er ? hvørt mál telur. Tí varð eisini kempað til tað seinasta, og tvey mál kunnu skjótt takast innaftur.

Men eitt er, hvussu støðan sær út á pappírinum, eitt annað er veruleiki. Tað skal nógv til, um Kyndil skal vinna seinnu hálvfinaluna. Hóast Kyndil vísti meira vilja mikukvøldið enn í dystinum sunnudagin, so var tað StÍF, ið stýrdi leikinum so at siga alla tíðina, og Kyndil var ongantíð á odda í dystinum.

Tá strandingar vóru komnir á odda við trimum málum í byrjanini av seinna hálvleiki, varð Dánjal Bærentsen settur í kyndlamálið fyri Hans á Lag, og tað hjálpti eitt sindur. Kyndil hálaði seg upp á 17-16, men so tóku strandingar time-out, skoraðu til 18-16 og Kyndil fekk ein mann vístan út í tveir minuttir, og so gjørdist einki.

Í fyrra hálvleiki komu bert tjúgu mál ? tíggju til hvørt liðið ? og spælið var ikki serliga gott. Seinni hálvleikur var eitt sindur meira undirhaldandi, tað komu fleiri mál, men spælið var framvegis rótut. StÍF vísti seg kortini at vera betra liðið, og nú líkist tað nógv eini finalu millum StÍF og VÍF. Kyndil skal í øllum førum vísa meira enn teir hava gjørt seinastu tveir dystirnar móti StÍF, um teir ætla sær at vinna steypakappingina í ár. VÍF má vera favorittur til at koma í finaluna og vinna hana, men um Arthur Johansen og Jónleif Sólsker hava ein góðan dag, kunnu teir taka vestmenningar á bóli.


Kyndil-StÍF 25-27 (10-10)

Kyndil: Bárður Johannesen 9, Hannis Wardum 6, Bjarni Wardum 4, Hans Á. D. Christiansen 2, Niklas Durhuus 2, Heini Joensen 2.

StÍF: Arthur Johansen 9, Agnar Højgaard 6, Jónleif Sólsker 5, Poli Hansen 3, Pauli Hansen 2, Sveinbjørn Poulsen 2.

Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 3.