StÍF lagt seg á odda hjá kvinnunum

Hondbóltur: StíF vann trygt á GÍ mikukvøldið

HONDBÓLTUR: Mikukvøldið var 1. deildardysturin millum kvinnuliðini hjá GÍ og StÍF spældur. Dysturin var í høllini á Kambsdali, og tað vóru gestirnir, sum vunnu tryggan sigur.

Í fyrsta umfari vann StÍF á Kyndli, og við sigrinum á GÍ fyrrakvøldið legði StÍF seg á odda í deildini. Úrslitið av dystinum móti GÍ var 27-20. StÍF kom tíðliga í dystinum fram um við fleiri málum, og hóast gøtukvinnur royndu at toga seg inn á StÍF aftur, eydnaðist tað ikki.Í hálvleikinum var støðan 16-11, og í seinna hálvleiki øktist munurin millum liðini, so endaliga úrslitið var 27-20.

Hjá StÍF gjørdi Paula Jacobsen 9 mál, Signhild Petersen 7 og Anna Maria Berthelsen 5. Hjá GÍ vóru Sonja Gleðisheygg og Maria Olsen toppskjúttar við fimm málum í part. Beinta Dalheim gjørdi trý mál.