StÍF hevur í ár roynt at amast móti toppinum, og hóast tær ikki eru við í nakrari kapping um finalupláss, so eru tær væl sterkari enn niðasta liðið í deildini.
Søljan hevur enn ikki vunnið nakað stig, og tað var ongan tíð nær við, tá tær vitjaðu á Skála. Endaliga úrslitið gjørdist 27-9 til StÍF, sum í steðginum var á odda 15-4.