Stigaleysir føroyingar

Holte IF hevur framvegis einki stig vunni sær í bestu donsku flogbóltsdeildini

Um vikuskiftið leikti Holte móti Marienlyst, sum er nýtt felag í deildini. Hóast nýggir í deildini, so roknað nógv við, at Marienlyst verður eitt av liðunum, sum fer at gera um seg í vetur, og tað var heldur ikki nakar ivi um, hvat liðið var tað betra. Marienlyst vann ein tryggan 3-0 sigur.
Hóast teir eru stigaleysir, so eru vónirnar í Holte framvegis góðar. Enn hava teir fyri tað mesta hitt lið, sum eru mett sum munandi sterkari, men hóskvøldið spæla teir móti Lyngby Volley, og har verður roknað við, at møguleikarnir fyri stigum eru betri, enn teir hava verið higartil.