Stigtakarar til kravgongu um fosturtøku: – Lóggávan stigmatiserar kvinnur

Klokkan 17 í dag verður eitt tiltak í Havn, sum handlar um fría fosturtøku.

Turið Maria, Mathias og Milia (Mynd: Álvur Haraldsen)

Stigtakararnir eru Amnesty International Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið, umframt ungmannafeløgini í samgonguni Unga Tjóðveldi, Framsøkin Ung og Sosialistisk Ung.

 

Einstaklingar eru eisini við til at skipa fyri, og ein teirra er Mathias Gaini Schou. Hann er miðla-samskiftispersónur fyri tiltakið og virkar haraftrat sum samskiftispersónur í landsnevndini í Unga Tjóðveldið.

 

– Vit vóru nøkur, sum vildu samla so nógv sum gjørligt fyri at vísa, hvussu breið undirtøkan er fyri eini dagførdari fosturtøkulóggávu, sum bæði er tíðarhóskandi og virðir kvinnuna. Tað er so blivið til hesa kravgonguna, sigur Mathias Gaini Schou.

 

Í góð tvey ár hevur Amnesty International Føroyar verið aktivur partur av kjakinum um fosturtøku:

 

– Tá kvinnur ikki hava møguleikan at taka abort, so verða nøkur av grundleggjandi rættindunum hjá teimum ikki vird – millum annað at taka avgerð um egið lív, kropp, heilsu og framtíð, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyum.

 

Milia Egilsnes Anda, sum eisini skipar fyri, vónar, at nógv møta upp til tiltakið fríggjadagin:

 

– Vit hava eina lóggávu sum stigmatiserar. Og at man møtir upp til slíkt er við til at bróta tøgnina og tabuið um fosturtøku, sigur hon.

 

Pro Vita: Kvinnur hava kropsligt sjálvræði

 

Rebekka Fuglø Poulsen er forkvinna í Føroya Pro Vita, og hon sigursoleiðis í samrøðu við Sosialin:

 

– Tað er í lagi at brúka sína demokratisku ávirkan á ymiskan hátt, men kvinnur í Føroyum hava longu kropsligt sjálvræði, so tí undrist eg á eina kravgongu um júst hetta. 

 

Turið Maria, Mathias og Milia (Mynd: Álvur Haraldsen)