Stilt veður um vikuskiftið

Veðrið í dag, fríggjadagin. Tað verður eitt lot av eystri, 2-7 m/s. Sólin fer at kaga fram og tað verður turt fyri tað mesta. Htin fer at liggja millum 10 og 14 stig.

 

Veðrið í morgin. Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3-8 m/s. Tað verður turt og sól í støðum. Hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig. Vindur veksur upp í 5-10 m/s um kvøldið og tað dregur á luftina. Møguliga fer at regna. Hitin fellur niður í 8-11 stig.

 

Veðrið sunnudagin. Gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s av landsynningi. Tað fer at regna av og á, men út á dagin slítur í. Hitin alt døgnið fer at liggja millum 10 og 13 stig.