Klokkan 9 í morgun lætti talvlandsliðið úr Vágum við kós móti Tromsø. Harvið eru føroyingar aftur í Tromsø, har Víkingur fyri viku síðani gjørdi bart. Nú snýr tað seg um OL í talvi.
178 talvtjóðir hava boðað frá luttøku, og føroyska liðið er betri mannað og harvið hægri styrkismett enn nakrantíð áður. Fremstur á føroyska liðnum er IM Helgi Dam Ziska (2507), og so eru tað IM John Arni Nilssen (2322), IM John Rødgaard (2361), Olaf Berg (2320) og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen (2256). Finnbjørn Vang er ferðaleiðari.
Málið hjá føroyingunum, sum síðani 1970 hava luttikið í størstu talvkappingini yvirhøvur, plagar at vera at røkka 50 prosentum í úrtøku. Hesa ferð er føroyska liðið styrkismett sum nummar 72 av 178 liðum, og harvið er tað neyvan við síðuna av at vóna, at úrtøkan verður størri enn 50 prosent.
Stevnan verður settir í kvøld, og fyrsta umfar verður seinnapartin í morgin. Tað verður ikki fyrrenn fyrrapartin í morgin, at tað verður greitt, hvørjum Føroyar skulu dystast við í fyrsta umfari.
Telvað verður fram til hósdagin 14. august. Sum undanfarnu ferðirnar so ber eisini hesa ferð til at fylgja við á netinum. Haraftrat ber til at fylgja við á NRK1, sum ger nógv burturúr. Næstu smáu tvær vikurnar fer NRK at senda umleið 70 tímar beinleiðis úr Tromsø og talv OL.